Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjúklingaráðið fegnast um endurgjaldsmøguleikan

Tað er eitt stórt framstig, at Heilsumálaráðið hevur sett nýggja sjúklingatrygging í verk, sum ger tað lættari, hjá føroyskum sjúklingum og eftirsitandi hjá sjúklingum at fáa endurgjald, um sjúklingur hevur fingið skaða av kanning ella viðgerð í heilsuverkinum. Tað heldur Sjúklingaráðið, sum í fleiri ár hevur stríðst fyri at fáa hesi viðurskifti í rættlag.

- Tað eru stórir batar at hóma við nýggju sjúklingatryggingini. Ein stórur fyrimunur er, at sjúklingurin nú hevur fingið ein myndugleika, hann skal venda sær til. Tað er eisini eitt stórt framstig, at tað verður álagt læknum og øðrum heilsustarvsfólkum at vegleiða sjúklinginum, um hann vil biðja um endurgjald, um sjúklingur hevur fingið skaða av kanning ella viðgerð í heilsuverkinum, sigur Jákup N. Olsen, formaður í Sjúklingaráðnum.

Jákup N. Olsen vísir á, at ofta er talan um sjúklingar, sum ikki hava orku og eru illa sperd, og tí hevur tað týdning, at hava so einfaldar skipanir sum gjørligt.

-Tað styrkir munandi um rættarstøðuna hjá sjúklinginum, at hann ikki longur er noyddur at fara tungu og stundum kostnaðarmiklu leiðina gjøgnum rættarskipanina, heldur formaðurin í Sjúklingaráðnum.

Nærri upplýsing um nýggju sjúklingatryggingina fæst á heimasíðuni hjá Patientforsikringen www.patientforsikringen.dk og á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum www.hmr.fo.

Nýggja sjúklingatryggingin kom í gildi við ársbyrjan.