Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjóvinnustýrið fær bygning á Giljanesi - ein gleðisøga

Projekteringin av nýggja bygninginum til Sjóvinnustýrið á Giljanesi er farin í gongd og verður ætlandi liðug við ársenda. Á vári 2023 verður liðugt at flyta inn, um alt gongur sum ætlað.

Hetta eru gleðiboð at frætta, og eg vil ynskja bæði Vágunum og øllum Føroya fólki tillukku við hesi verkætlan, ið stendur fyri framman. Heldur enn at staðseta alt virksemi í Havn, er upplagt at spjaða almenna geiran kring landið.

Í dag fer nógv alment virksemi fram í dýrum, leigaðum hølum - ella í óegnaðum hølum. Neyðugt er at byggja nýtt, so almenn stýri og stovnar fáa góðar umstøður at húsast í. Harumframt er heldur ikki neyðugt, at tað almenna kappast við privatu vinnuna um bestu staðsetingarnar í Havn. Tað er eingin ivi um, at miðbýurin í Havn kundi verið nógv meiri livandi, um fleiri brúkaravendar tænastur vóru har - og minni afturlatið skrivstovuveldi.

Harumframt hevði tað almenna fingið ein munandi positivari klang kring landið, um fólk sóu, at tað eisini var við til at menna teirra egna lokaløki.

Tað almenna er fyri alt landið
Í seinasta lagi nú Eysturoyartunnilin - og skjótt eisini Sandoyartunnilin - eru boraðir, má ásannast, at alt tað almenna ikki nýtist at liggja í Havn. Komandi árini er upplagt, at almennir stovnar og stýri verða flutt til Sandoynna, Eysturoynna og onnur øki. Hetta er ikki bara møguligt, hetta er ynskiligt.

Almenni geirin verður goldin av øllum føroyingum - heilt av Viðareiði til Sumbiar - og økini kring landið eiga eisini at merkja ágóðan av virkseminum hjá landinum. Ferðatíðin millum flestu økini er vorðin so stutt, at tú lættliga kanst búgva í einum øki og arbeiða í einum øðrum. Harumframt eigur Suðurstreymoy ikki monopol upp á væl útbúgvin fólk. Í dag búgva væl útbúgvin fólk kring alt landið, m.a. takkað verið miðnámstilboðini, ið hava virkað í Eysturoy, í Klaksvík, í Suðuroy og í Vestmanna seinastu árini.

Hesir skúladeplar hava verið sannar sólskinssøgur fyri føroyska samfelagið, og rætt er framhaldandi at knýta nýggj hægri lestrartilboð at hesum deplum. Tað er heldur ongin náttúrulóg, sum sigur, at alt virksemi hjá Setrinum skal vera í Havn.

Ónøgd við miðsavning
Einki løgið er í, at fólk kring landið harmast um stóru almennu miðsavningina. Í eldri tíðum var hetta neyðugt, tí ferðasambandið til og frá Havnini var so vánaligt. Hetta argument heldur ikki longur. Harumframt eru samskiftismøguleikarnir batnaðir so mikið, at stórur partur av virkseminum kann avgreiðast yvir netið - ella telefoniskt.

Í vetur tók ALS avgerð um at lata aftur deildina í Saltangará. Hetta er sjálvandi beinleiðis avleiðing av Eysturoyartunlinum. Men í grundini kundi ALS eisini havt valt eina aðra loysn: At flyta høvuðsvirksemið inn á Skálafjørðin.

Eysturoyggin er undirumboðað við almennum virksemi, og átti tí ikki at mist, men heldur at fingi!

Lættari er hjá kameli at fara gjøgnum nálareyga, enn hjá tí almenna at flyta sítt virksemi kring landið.

Jaspur Langgaard
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin