Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjóvinnuhúsið verður nú liðugt innrættað

Tórshavnar býráð samtykti í gjárkvøldið at játta 73,9 miljónir av íløgunum hjá Tórshavnar havn fyri 2014/15 til at gera Sjóvinnuhúsið liðugt.

Tórshavnar kommuna ynskir at stimbra og menna vinnulívið, so roynt verður støðugt at royna nýggjar vinnuvegir og at skapa arbeiðspláss. Nógv størv í kommununi hava samband við sjógvin. Vit hava góðar førleikar og holla vitan innan nógv av tí, ið fyriferst á sjónum, í sjónum og við sjógvin.

Við nýumvælda bygninginum á Vestaru bryggju gevur kommunan sjóvinnuni møguleika at húsast undir somu lon. Karmarnir verða framúr góðir. Harvið leggur Tórshavnar kommuna lunnar undir eitt virkið og vakið vinnulív.

Hølini kunnu nýtast til eitt nú oljuvinnu, offshore, umsiting og menning av virðisøking og marknaðarføring av fiskavørum, havtøkni, havkanningum, reiðaravirksemi, lívtøkni, sjóvinnuráðgeving, aling og gransking, KT-menning til sjóvinnu, íverksetan og ymsum skeiðsvirksemi innan sama økið.

- Eftirspurningurin eftir at leiga skrivstovuhøli í Sjóvinnuhúsinum hevur verið stórur – hóast bygningurin ikki verður endaliga liðugur fyrr enn árskiftið 2015/16. Tá hava fyritøkur innan nevndu øki møguleika at húsast undir somu lon, sigur Sjúrður Olsen, formaður í Vinnunevndini, sum leingi hevur arbeitt við málinum.

- Bygningurin er í 5 hæddum, sum skulu hava 2800 fermetrar av skrivstovum, um 2200 fermetrar til felagsøki, gott 700 til goymslu, 450 til verkstað og tøknirúm og slakar 600 til matstað, umframt onnur høli. Sjóvinnuhúsið skal liva upp til øll dagsins krøv til nýmótans altjóða skrivstovuumhvørvi, samstundis sum okkurt av gamla saltsølubygninginum verður varðveitt.

- Skitsuprosjektið varð gjørt og góðkent seinasta heyst. Arbeiðið hevur síðan verið boðið út í innbodnari fakenterprisu. Tilboðini vóru mett nakað høg, so fyri at fáa kostnaðin niður hava samráðingar verið við tey feløg, sum høvdu lægstu tilboðini. Samlaði kostnaðurin fyri bæði klæðing og innrætting er nú umleið 94 miljónir, t.v.s. at tað fáast 7.100 fermetrar fyri 13.200 kr fermeturin, sigur Sjúrður Olsen.

Havnameistarin Jónsvein Lamhauge mælti tí herfyri til at gera arbeiðstøkusáttmálar við feløgini og at játta 73,9 miljónir at fíggja burturav íløgunum hjá Tórshavnar havn fyri 2014 og 2015. Hetta varð nú samtykt av Tórshavnar býráð.