Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjóvinnuhúsið er nú Setur

Dan Klein --- 06.05.2018 - 09:43

INNFLYTING: Í dag var móttøka í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju í sambandi við, at Fróðskaparsetur Føroya er flutt inn í nýumvæld og sera snotulig hølir, har tvær deildir á Setrinum fara at húsast komandi árini.

Umleið 130 fólk høvdu leitað sær oman í nýggju og snotuligu auluna, sum er ovasti parturin í saltsilo’ini í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju, har móttøka var í sambandi við, at partur av Setrinum er fluttur inn har.

Tey flestu mundu vera á einum máli um, at talan er um eina sera væl eydnaða umbygging av Sjóvinnuhúsinum, sum umframt tveimum deildum hjá Fróðskaparsetri Føroya, millum annað eisini fer at hýsa bæði Framtak, Vinnuframa, Hugskotinum, Klippfisk og Filmshúsinum.

Eftir at Sigurð í Jákupsstovu, rektari, hevði bjóðað vælkomin, fekk Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, orðið. Hon duldi ikki fyri, at hon er nøgd við loysnina, sum tó ikki er ein endalig loysn fyri Setrið, tí málið er at fáa bygt eitt veruligt universitetskampus.

- Tá eg tók við í Mentamálaráðnum í 2015, hevði Fróðskaparsetur Føroya júst havt 50 ára føðingardag. Tá vóru røður og kvøður fluttar fram, og allar komu onkursvegna inn á tann nýggja Setursbygningin, sum koma skuldi. Fróðskaparsetrið hevði sprongt karmarnar, og nú máttu nýggj høli útvegast, og sum landsstýriskvinna á økinum setti eg mær fyri at gera nakað við hesi viðurskiftini beinanvegin. Og hyggið nú. Nú standa vit her mitt í eini saltsilo, sum er umbygd til auditorium, segði landsstýriskvinnan.

Rigmor Dam vísti tó á, at hetta ikki er ein endalig loysn fyri Setrið, ið húsast á tíggju ymsum adressum, hóast hetta loysir bráðfeingis hølistørvin og sostatt er ein góð byrjan.
Ein kampusbólkur arbeiðir í løtuni við at fyrireika byggingina av einum nýggjum Fróðskaparsetri.

- Eg síggi fyri mær, at vit innan 10 ár fáa eitt universitet, sum vit kunnu vera errin av hundrað ár fram í tíðina, segði landsstýriskvinnan í mentamálum.

Eftir Rigmor Dam fekk Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, høvi til at siga nøkur orð.
- Vit hava sum mál at gera Tórshavn til lestrarbý, og sjálvt um vit sum kommuna ikki beinleiðis varða av hesum, so ynskja vit at ganga fremst í strembanini eftir hesum máli, segði borgarstjórin millum annað.

Triði røðarin var Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Setrinum.

- Umframt at geva frálæru á føroyskum í klassiskum frøðigreinum, skal universitetið menna frøðigreinarnar víðari og taka støðu í okkara egna veruleika, samtíð og fólki. Hetta kann gerast á óteljandi hættir. At flyta inn í Sjóvinnuhúsið hevur stóran týdning í hesum sambandi, segði hann.

Síðani kom túrurin til Ewald Kjølbro, stjóra á Landsverki.

- Tað kennist væl at standa her í dag og síggja teir stásiligu karmarnar, sum Fróðskaparsetrið nú kann bjóða sínum lesandi og starvsfólkum. Eisini kennist tað væl at seta punktum fyri nøkrum, sum ein hevur verið við til at skapa. Nakað sum vit øll kenna  bæði privat og í arbeiðslívinum. Tað er altíð ein góð kensla at koma á mál, segði Ewald Kjølbro.
Hann nýtti somuleiðis høvi til at takka øllum teimum, sum hava verið við í verkætlanini, fyri gott samstarv. Tað veri seg avvarðandi myndugleikum, ráðgevandi, arbeiðstakarum og øðrum, ið hava havt sín leiklut.

Tann seinasti, ið fekk orðið undir móttøkuni, var Ólavur Ellefsen, stýrisformaður á Fróðskaparsetri Føroya.

 - Búskaparliga hava fróðskaparsetur ómetaliga stóran týdning. Óteljandi kanningar vísa, at peningur, sum vit brúka til hægri lestur og gransking, kasta íløguna fleirfalt aftur, segði Ólavur Ellefsen.

Hann vísti á eina kanning av 15.000 hægri lærustovnum, ið vísti, at um tú tvífaldar íløguna til hetta økið, so veksur bruttotjóðarúrtøkan í miðal fýra prosent um árið, og tað er øgiliga nógv, staðfesti stýrisformaðurin.  

Umframt skúlastovur og bólkarúm eru skrivstovur, fundarhølir og allir teir fasilitetir nú til staðar, sum skulu til fyri at skapa eitt gott lestrarumhvørvi. Millum annað eisini fyrilestrarsalur og ein matstova. Tað eru Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi og Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum, sum longu eru fluttar inn í Sjóvinnuhúsið.

Við at trýsta á fyrstu myndina niðanfyri, gerst hon stór, og tá ber at blaða allar myndirnar ígjøgnum í fullari stødd.   

Myndir: HeinesenMyndir/Landsverk