Sjóvarmál 2019 komið!
Ársritið hjá Havstovuni, sum við orðum og myndum lýsir stóran part av virkseminum seinasta árið, er nú komið. Nakrir fastir tættir eru, so sum ymiskar tíðarseriur og lýsing av verkætlanum, sum eru í gongd júst nú.
Eisini er skrivað um møguligar orsøkir til at toskurin á Føroyabanka ikki er komin fyri seg aftur, um streymarnar inn og út úr Arktiska havøkinum, um fiskiskap eftir reyðæti í Bankarennuni, um at umhvørvis-DNA kann brúkast til at kanna nøgd av toski í sjónum og annað forkunnugt.
Sjóvarmál 2019 kann lesast sum pdf’ur her á heimasíðuni ella fáast sum bóklingur við at venda sær til Havstovuna.