Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjósíl

Fyri at vera við í árliga lutakastinum um 10.000 skattafríar krónur krevst einans, at tú sendir inn brævbjálva við roðsluroyndum og uppmátingum av sílum til Fiskaaling. Vinnarin verður kunngjørdur á samkomu á Fiskaaling fríggjadagin 13. novembur 2019 kl. 14.00.

Nærri vegleiðing til luttøku sæst her. Bjálvarnir til endamálið fáast frá Fiskaaling á tel. 474747 ella skriva til fiskur@fiskaaling.fo

Verkætlanin
Vitanin um sjósíl í føroyskum vøtnum og sjógvi er sera avmarkað. Fiskaaling er tí farið undir eina verkætlan sum liður í arbeiðinum at fáa grundleggjandi vitan um sjósíl til vega. Tað er Havbúnaðarfelagið, sum fíggjar verkætlanina, sum hevur til endamáls at kanna umstøðurnar og liviháttin hjá føroyskum sjósílum. 

Verkætlanin við føroyskum sjósílum hevur lagt seg eftir at kanna hesi viðurskifti:
·       At áseta tíðarskeiðið, tá smoltið fer á sjógv.
·       At lýsa støðuna hjá smoltinum viðvíkjandi longd, vekt, konditión og aldri, tá tað fer á sjógv.
·       At samanbera ferðingarmynstrið á veg á sjógv við kringumstøðurnar, sum eitt nú 
        viðvíkjandi hita og ráki.
·       At gera nøktandi mannagongdir til innsavnan av vaksnum sjósílum, og síðani 
        at lýsa møguligar munir í trivnaði og stovnssamanseting av sjósílum millum ymisk ár. 

Verkætlanin verður býtt í tveir partar, har tann fyrri skal staðfesta nær, sílasmoltið fer á sjógv, meðan seinna kannar munin í trivnaðinum hjá vaksnu sjósílunum frá ári til árs. 

Í báðum førum er talan um royndarverkætlanir, har tillagingar helst verða gjørdar. Ein serlig avbjóðing er sjálvandi, at sjógvurin umboðar eitt væl størri innsavningarøki samanborið við áirnar. 

Fyrra verkætlanin byrjar um várið 2019, og kanningarnar verða gjørdar í Sandá í Havn. Seinna verkætlanin verður í fyrstu syftu at menna eina mannagongd, ið savnar inn vaksin sjósíl í nøktandi nøgdum og støddum. Hesin parturin er tann mest avbjóðandi, tí ongar royndir eru higartil gjørdar við at fanga vaksin sjósíl á sjónum við Føroyar.  

Málið er at finna eini trý til fimm mið, har tað eina ferð um mánaðin verða fangað síl til trivnaðar- og aldurskanningar, sum vísa seg í eitt nú longd, vekt og aldurslesing í roðsluni. Eisini verða sílini kannaði fyri ymiskar sjúkur og lús. Hendan verkætlanin byrjaði á heysti 2018.

Um nakar ynskir at vita meira um hetta: 
http://www.fiskaaling.fo/persónar/starvsfólk/kirstin-eliasen/