Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjósavnið skal mennast

Føroya Sjósavn er hvørki ogn hjá tí almenna ella kommununi, men er ogn hjá einum grunni. Tórshavnar kommuna lat 844.000 kr til uppstartin, kommunan eigur húsið og økið rundanum, og kommunan lat 400 túsund beinleiðis til grunnin um árið fram til 2012, síðan tá hevur kommunan latið 600.000 kr um árið, umframt at hon ber kostnaðin av húsi, umvælingum o.ø.

Til samanberingar letur landið einans 284.000 kr í stuðli um árið.

Tað tekur ómetaliga langa tíð at byggja eitt tílíkt savn upp, tí her verður veruliga brotið upp úr nýggjum. Savnið er bygt burtur úr ongum av sjálvbodnum eldsálum við nógvum stríði og ongari løn.

Frá byrjan hevur hevur tað verið eitt aðalmál at menna eina góða skúlatænastu, har ungdómar og børn kunnu fáa møguleikan at nema sær kunnleika til lívið í sjónum rundan um okkum. Nógv túsundtals børn vitja savnið árliga.

Eldsálirnar, ið standa fyri Sjósavninum, tosaðu mangan um, hvussu løgið tað er, at vit, mitt í Norðuratlantshavi, við einum veldigum lívfrøðiligum margfeldi í sjónum beint uttan fyri okkara dyr, ikki hava eitt veruligt sjósavn og akvarium.
 


Endamálið við Sjósavninum var fyrst at gera eitt akvarium fyri at fáa royndir, og síðan at byggja savnið upp, so hvørt sum pengar og orka vóru til staðar. Og savnið hevur síðan havt nógvar framsýningar og aktivitetir til barnagarðsstovur, skúlaflokkar, pedagogar, lærarar og almenningin.

Sjósavnið framleiðir eisini tilfar, ið skúlar kunnu brúka í frálæruni, áðrenn teir koma at vitja. Roynt verður eisini at hava eina undirvísingargongd á savninum, ið stuðlar undir ta vanligu undirvísingina á skúlunum um lívið í sjónum.

Nú fyriliggja greiðar og spennandi um- og útbyggingarætlanir, sum vit sjálvandi fara at stuðla. Vit eiga ikki at gloyma, at mesta av tí serfrøði, vit eiga á hesum økinum, er savnað um Sjósavnið á Argjum. Hartil er Sjósavnið dagliga við til at ríka okkara ungdóm við kunnleika um okkara umhvørvi og okkara fiskivinnu.

Føroya Sjósavn hevur kunnað kommununa um framtíðarætlaninar hjá savninum. Savnið hevur verið slóðbrótandi, eisini í heimshøpi, men tørvur er á meiri plássi til størri fisk og súgdjór. Vit fara at viðgera hetta mál við størstu vælvild.

Hetta er arbeiði, sum hevur verið í gongd langa tíð, sum tekur langa tíð, men sum vit í samgonguni av fullum huga fara at stuðla eftir førimuni, uttan atlit til, um onnur hava aðrar ella líknandi ætlanir. Vit hava ríkiligt við okkara egna og kunnu ikki taka okkum av, hvat gjørt verður aðrastaðni.

Annika Olsen
Borgarstjóri