Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjósavnið ikki fevnt av lóggávuni á savnsøkinum

Stuðulsskipanirnar undir Mentamálaráðnum fevna bert um íløgustuðul til bygdasøvn og fólkabókasøvn. Tí má ein møgulig umsókn um íløgustuðul til Sjósavn Føroya viðgerast serstakt og fáa politiska undirtøku í Løgtinginum, svarar landsstýriskonan í viðmerking til fyrispurning frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, svarar upp á fyrispurning eftir tingskipanini § 52a  nr. 71/2016 frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni. 

Fyrispurningur um stuðul til Føroya sjósavn, settur landsstýrismanninum í mentamálum, Rigmor Dam (at svara skrivliga eftir TS § 52a)  

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørja ætlanir hevur landsstýrismaðurin viðvíkjandi Føroya sjósavni? 
2. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvat landið hevur latið savninum í stuðli síðani tað varð sett á
        stovn í 2006, og hvørjar ætlanir eru um stuðul í framtíðini? 
3.     Ætlar landsstýrismaðurin at geva Føroya sjósavni íløgustuðul, nú savnið hevur 
        ætlanir um at byggja út?  

Svar
Til 1: Við ríka og fjølbroytta lívinum í havinum kring Føroyar í huga er tað sjálvsagt, at hesin parturin av Føroya náttúru verður miðlaður á einum savni. Sum flestu onnur søvn er Føroya Sjósavn sprottið úr áhaldi hjá eldhugaðum fólkum, ið hava lagt eitt stórt og virðismikið arbeiði í at fáa sett á stovn eitt savn við dýrum og plantum, sum liva í sjónum á okkara leiðum. Tað serliga við Sjósavninum er, at dentur er lagdur á at hava livandi framsýningar, sum ikki minst skúlaflokkar, barnagarðar, familjur og aðrir gestir hava stóra gleði av at vitja. 

Landið letur árliga kr. 284.000 í stuðli til Sjósavnið, og skal stuðulin frá landinum økjast munandi ella skipast øðrvísi, so er tað ein spurningur, ið Sjósavnið má taka upp við politisku myndugleikarnar. Sjósavnið er ikki fevnt av verandi lóggávuni á savnsøkinum, men tað er eyðsýnt, at ein nýggj savnslóggáva, sum er í umbúnaði, eigur at fevna um øll tey søvn, sum antin verða rikin av landinum ella fáa stuðul frá landinum.

Til 2: Mentamálaráðið lat í árunum 2007-2010 stuðul av játtanini til børn og ung (veddingarpengunum) tilsamans kr. 400.000, býtt á kr. 100.000 í 2007, kr. 100.000 í 2008, kr. 150.000 í 2009 og kr. 50.000 í 2010. Frá august 2010 til august 2014 var harafturat ein savnslærari knýttur at savninum, ið var fíggjaður av játtanini til fólkaskúlan. Í 2011 kom Sjósavn Føroya á fíggjarlógina við egnari játtan, kr. 300.000. Frá 2014 hevur játtanin til Sjósavn Føroya verið kr. 284.000 árliga. 

Íalt hevur landið frá 2007 til 2017 sostatt latið savninum kr. 2.436.000 umframt løn til ein savnslærara frá august 2010 til august 2014.

Til 3: Sjósavn Føroya hevur ikki vent sær til Mentamálaráðið við ítøkiligum ætlanum um at byggja út, og ráðið hevur heldur ikki fingið umsókn um at stuðla eini útbygging fíggjarliga. Sum nevnt er Sjósavnið ikki fevnt av lóggávuni á savnsøkinum, og stuðulsskipanirnar undir Mentamálaráðnum fevna bert um íløgustuðul til bygdasøvn og fólkabókasøvn. Tí má ein møgulig umsókn um íløgustuðul til Sjósavn Føroya viðgerast serstakt og fáa politiska undirtøku í Løgtinginum.

Vinarliga

Rigmor Dam
landsstýriskvinna