Sjónvarpið og eldsbrunin
Sjónvarpið er farið dekan ov langt av leið í síni jagstran av Heðin Mortensen, og skuldi heldur viðgjørt viðkomandi spurningar, sum syndarligi eldsbrunin á Ravnsoyarvegi setir.
Byggimyndugleikin eigur ikki alla ábyrgdina av, at vindeygu eru hóskandi. Um so er, eigur umsókn og góðkenning at fyriliggja hvøjraferð eitt vindeyga skal skiftast, og tá er 'byrokratiið' farið ov langt. Tí hevur eigarin, og tann sum ger arbeiðið, ábyrgd av, at reglur verða fylgdar.
Tann mest álvarsami spurningurin, eftir sorgarleikin á Ravnsoyarvegi, er, um tað er skilagott ella ikki at hava barnasikring á vindeygum, og um hetta kann gerast á annan og betri hátt. Tað nyttar onki, at vindeygaopið er nóg stórt, um barnasikring forðar fyri, at børn sleppa út í eini neyðstøðu. Hetta er høvuðsspurningurin, sum eitt hóskandi svar skal finnast til.
Bjarti Thomsen, Nólsoy