Sjónotur – havsins blómur
Fýra frímerki
Myndir: Ingi Sørensen
Áljóðandi virði: 3,00, 6,50, 8,50 og 10,50 kr
Eisini verður eitt frímerkjahefti við átta sjálvklistrandi frímerkjum givið út.
Í heftinum eru 4 frímerki á 6,50 kr og 4 frímerki á 10,50 kr, ið svara til postgjøldini fyri vanlig brøv í Føroyum og til Europa.
Frímerkini avmynda sjónotur, sum halda til á havsins botni. Myndirnar hevur Ingi Sørensen tikið. Sjónoturnar eru skyldar við hvalspýggjur og koralldýr. Tær litføgru sjónoturnar eru rættiliga eyðsýndar. Sprøkluti liturin og skapið gevur hugmyndasamband við plantuheimin og hevur verið íblástur til felags vísindaliga heitið Anthozoa, meðan stingandi eginleikin hjá sjónotuni hevur ávirkað føroyska heitið.
Sjónotan livir í øllum heimshøvunum frá heilt grunnum til meiri enn 10.000 metra dýpi. Fleiri sløg halda til í havnalagnum ella á helluni beint undir vatnskorpuni, har tær eru meira eyðsýndar enn vanligi blágrøni og brúni liturin, ið vanliga er at síggja. Av hesi orsøk kenna tey flestu, ið hava eitt tilknýti til havið, hesar sermerktu verur.
Landnámsdjór – gorfuglur og dímunarseyður
Tvey frímerki
Tekning: Astrid Andreasen
Áljóðandi virði: 13,00 og 21,00 kr** Frímerkini avmynda ávíkavist gorfugl og dímunarseyð. Hvørki av hesum djórasløgum eru longur at finna í Føroyum, men hildið verður at tey vóru vanlig her í landnámstíðini. . Í Føroyum var gorfuglurin vanligur summargestur, men ongi prógv eru fyri at hann nakrantíð átti her.
Seyðirnir eru smáir og svartir og teir minna nógv um Soay-seyðirnar, ið liva vilt á Skt. Kilda í Suðuroyggjum. Teir kallast eisini geitaseyðir, tí bæði ær og veðrur hava horn. Ærnar hava tó klænri og minni horn enn veðrarnir.
Seinasti gorfuglurin í Føroyum var tikin 1. juli 1808 og seinasti dímunarseyðurin var skotin uml. 1860.
Viðheftar eru myndir av frímerkjunum og av faldaranum, ið lýsir útgávurnar.