Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kelda og mynd: www.torshavn.fo

Sjónligur høvuðsstaður í Frankfurt

Bókaglaðir týskarar á stóru bókamessuni í Frankfurt fáa nú eina orsøk til at kunna seg um føroyska høvuðsstaðin.

Hóast høvuðsstaðurin ikki er umboðaður við persónum á føroyska básinum á bókamessuni í týska býnum, so er okkara Tórshavnar býur kortini sjónligur á heimasíðuni, har ið týskarar og øll onnur kunnu lesa um føroyskar bøkur. Henda heimasíða er gjørd í sambandi við messuna í Frankfurt.

Tórshavnar kommuna hevur latið framleitt ein stuttan film um Havnina á týskum máli við júst tí fyri eyga at vekja áhuga millum týskarar fyri Føroyum og føroyska høvuðsstaðnum á hesi bókamessu. Filmurin er til taks á føroysku bókaheimasíðuni, bæði á týskum og eisini á enskum.

Kovboyfilm hevur framleitt filmin, ið eisini er tøkur á YouTube.** Bókamessan í Frankfurt fer fram í døgunum 12.-16. oktober 2011.

Leinkjur:

Heimasíða um føroyskar bøkur á týskum:

http://www.faeroeischebuecher.com/

Heimasíða um føroyskar bøkur á enskum:

http://www.faroesebooks.com/

Filmklipp um Tórshavn á týskum:

http://youtu.be/QdU6lBU6g30

Filmklipp um Tórshavn á enskum:

http://youtu.be/JqaJN065Qk8

Heimasíða um bókamessuna í Frankfurt:

http://www.book-fair.com/en/