Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjóndepilin og Almannamálaráðið gjørt mál- og avrikssáttmála

Sjóndepilin og Almannamálaráðið hava í dag undirskrivað mál- og avrikssáttmála fyri 2016.

Endamálið við avrikssáttmálanum er at:

- veita borgarunum best møguliga tænastu
 - gagnnýta tilfeingið á stovninum á bestan hátt sambært endamálinum
 - tryggja samsvar millum politisk ynskir og uppgávur, sum stovnurin útinnir

Sjóndepilin er ein sjálvsognarstovnur undir Almannamálaráðnum. Nettoúrtreiðlsujáttanin fyri 2016 er 6.382 tús. kr., harav eru lønarútreiðlsurnar eru áleið 3.896 tús. kr. Á Sjóndepilinum eru 10,3 ársverk. Sjóndepilin hevur inntøkufíggjað virksemi, sum er mett til 213 tús. kr. í 2016.

Endamálið hjá Sjóndeplinum er at stuðla sjóntarnaðum til meira sjálvbjargni í heimi, skúla, arbeiði og frítíð. Sjóndepilin skal vera ein vitanardepil við ráðgeving, skeiðsvirksemi, dagtilhaldi og verkstøðum.

Mál fyri Sjóndepilin og avtala um avrik fyri 2016:
1.Fáa/keypa journalskipan
2.Fáa eina varandi loysn til at myrkaleggja høllina á stovninum
3.Fáa avtalu við Almannaverkið viðvíðkjandi hjálpartólum og atgongd til goymslu

Avrikssáttmálar 
 Stovnar undir landinum skulu sambært Roknskaparkunngerðini frá 2010 arbeiða eftir avrikssáttmála millum stovnin og stjórnarráðið.

Avrikssáttmálin kann lesast her.

(myndin: Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri og Karin Kass, leiðari á Sjóndepilinum)