Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjóhiti og skattalætti

Viðmerking til John William Joensen: 

Bert nakrar stuttar viðmerkingar til greinina á heimasíðuni hjá Norðlýsinum í morgun, har niðurstøðan er, at skattgjaldarin í Tórshavnar kommunu skal gjalda sjóhitan, sum ongar sparingar standast av. 

Lat okkum fyrst einaferð staðfesta, at Sjóvinnuhúsið er ein roynd at fáa nakað meira enn vanligt útleiguvirksemi burtur úr avlopsplássinum, sum kommunan sjálv ikki nýtir. 

Ætlanin er at gera Vestaru bryggju til ein depil fyri menning, gransking og vinnu. Ætlanin er at skapa eitt umhvørvi, sum kann trekkja til sín og skapa nýtt virksemi, sum enn ikki er til her í landinum.

Ætlanin byrjaði og verður framd saman við vinnuni á staðnum og verður karmur um bæði alment, kommunalt og privat virksemi. Sjóvinnuhúsið verður ikki fíggjað av skattgjaldaranum í Tórshavnar kommunu, men inntøkum hjá Tórshavnar havn. 

Ikki at umvælt saltsølubygningin hevði tí ikki givið nakran skattalætta, soleiðis sum greinin í Norðlýsinum annars tykist at geva fatan av.

Tað er heldur ikki rætt, at ongar sparingar eru av sjóhitanum. Jarðfeingi hevur t.d. víst á, at orkuprísurin er nógv lægri enn hann vildi verðið, um Boðanesheimið hevði brúkt oljufýr heldur enn sjóhita.

Jarðfeingi hevur gjørt vart við, at rakstrarsparingin á Boðanesheiminum við sjóhitaskipan er umleið 185.000 kr um árið í mun til, um Boðanesheimið hevði havt oljufýr.

Jarðfeingi sigur sostatt heilt greitt, at í rakstri er nógvur peningur at spara við at brúka hesa grønu orkuloysn.

Tað er ikki bara heimasíða okkara, sum er grøn. Og grøn orka er ikki bara ein spurningur um pengar. Tað er ein spurningur um hugburð. Okkara hugburður er, at vit vilja hava eina reina og grøna kommunu at lata víðari til komandi ættarlið, tí stuðla vit vindorku og ganga undan við bæði fjarhita og sjóhita.

Heðin Mortensen
borgarstjóri