Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjófuglur sum App

Fyrsta føroyska barnabóka App’in til iPad er nú klár at taka niður. Sum nakað heilt nýtt hava Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám gjørt eina bóka-App til børn.

Talan er um bókina Sjófuglur í Føroyum, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út í samstarvi saman við NÁM. Bókin er ein av trimum faktabókum um fugl í Føroyum. Hinar báðar eita Heiðafuglur í Føroyum (2011) og Smáfuglur í Føroyum (2012). Við hesum trimum bókunum verður farið runt um alt tað, sum eyðkennir fugl í Føroyum.

Fantastiskar myndir

Vit sleppa vanliga ikki at síggja fugl tætt hjá, og tí er ikki altíð lætt at síggja, at álka hevur fínar, hvítar strikur á nevinum, ella súla hevur bjart bláar ringar um eyguni. Alt hetta og meira er at síggja í bókini og App’ini um sjófugl. Dugnalig myndafólk hava verið um alt landið og tikið fantastisku flottu myndirnar.

Nú eisini við ljóði

Nú kanst tú so eisini njóta fuglalátini frá teimum ymisku sjófuglunum, tí í App’ini Sjófuglur er hetta lagt afturat teksti og myndum úr bókini.

Fær út og hygg og lurta!

Les um og hoyr sjófugl láta saman við barninum, og ein summarútferð í føroysku náttúruni verður ríkari. Saman kunnu tit kenna aftur fugl bæði á útsjónd og á láti. Og tá ið tit eru komin heimaftur, ja, so er lætt at minnast aftur á góðar summardagar og upplivingar saman við nýggju Sjófugla-App’ini.

Appina finnur tú her: http://itunes.apple.com/us/app/id530953593?mt=8