Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjófuglaveiða í Norðurhøvum

Havstovan er við í eini verkætlan um veiðu og nýtslu av sjófugli í Norðurhøvum, serliga í Føroyum, Íslandi og Grønlandi.

Verkætlanin skal eisini lýsa, hvussu broytingar í havumhvørvinum ávirka sjófuglastovnarnar og siðbundnu fuglaveiðuna. Flestu sjófuglastovnarnir í Norðurhøvum eru minkaðir munandi av veðurlagsbroytingum og kanska av veiðu, sum ikki hevur verið burðardygg, so tann siðbundna veiðan er ógvuliga avmarkað. Veiðan, sum fer fram nú, verður lýst, og víst verður á trupulleikar við minkandi fuglastovnum og fuglaveiðu. Umframt veiðu av fugli, so verður eisini komið inn á savnan av æðudúni í Íslandi og virðið av fugli í sambandi við ferðavinnuna.

Úrslitið av verkætlanini verður ein myndabók, ein ferðandi myndaframsýning og ein heimasíða. Tey fyrstu úrslitini á heimasíðuni síggjast her: http://www.atlanticseabirds.info/ og parturin um Føroyar sæst her: http://www.atlanticseabirds.info/#!faroe-islands/c1por