Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjófeingi - spennandi heimasíða til børn, men eisini teirra foreldur!

Mánadagin 5. september løgdu Sjókovin, Tøkni og Nám fram spennandi heimasíðu, ið nevnist Sjófeingi.

Heimasíðan er ætlað sum undirvísingartilfar til 6. flokk í náttúru og tøkni og heimkunnleika.

Heimasíðan varð løgd fram í hølunum hjá Sjókovanum í Leirvík, og finst á sjofeingi.fo

Eg havi hugt eitt sindur gjøgnum hesa heimasíðu, og eg fegnist um, at næmingar kring landið nú fáa munandi betri møguleikar at læra um fiskivinnu, alivinnu, umhvørvi og burðardygd. Hetta er tiltrongt, tí hóast vit eru ein fiskivinnutjóð, læra børn og ung alt ov lítið um hesar spennandi vinnugreinar.

Tað er tíð upp á, at føroysk ung í størri mun byrja at síggja tilfeingisvinnurnar sum ein spennandi møguleika, eisini sum útbúgvingarval.

Sjófeingi er áhugavert fyri øll
Hóast heimasíðan er ætlað næmingum í sætta flokki, eiga onnur eisini at lesa hana.

Flestu føroyingar kunnu læra nógv nýtt við at blaða gjøgnum hesa væl myndaprýddu síðuna. Her eru bara nøkur fá dømi um, hvat nýtt tú kanst læra. Visti tú til dømis at:

•         Fyri hvørji 100 tons, sum verða fiskað kring heimin, so fiska føroyingar 1,46 tons?
•         Ein milliard fólk eru tengd at havinum fyri at kunna liva
•         Fiskur er tann mest keypta og selda matvøran í heiminum
•         Føroyingar fiskaðu 660.056 tons í 2019 - umleið 12,5 tons pr. føroying
•         Føroyingar framleiða góð 3% av øllum laksinum á heimsmarknaðinum?
•         Bakkafrost og Mowi teljast millum tríggjar teir burðardyggastu proteinframleiðararnar í heiminum - sambært Fairr Protein Producer Index?
•         Innihaldið av koltvíiltu er økt umleið 45 % síðan ídnaðargerðina.
•         Uttan vakstrarhúsárin hevði hitalagið á jarðaryvirflatini í miðal verið 33 stig lægri
•         Heitari hitalag ger, at nebbasildin brennir feittið skjótari, so fitigoymslan verður tóm, áðrenn veturin er liðugur.

Hetta eru bara nøkur fá dømi um áhugaverd fakta, ið heimasíðan Sjófeingi borðreiðir við.

Ungdómurin má seta meira prís upp á fisk
At enda hevur heimasíðan eisini nakrar uppskriftir, ið kunnu brúkast í skúlanum, men hví ikki eisini heima?

Fólkaheilsuráðið vísir ferð eftir ferð á, at tað er heilsugott at eta fisk. Men hóast hetta bíta føroyingar ikki á. Bara 61% av føroyingum siga seg eta fisk dagliga til 1-2 ferðir um vikuna. Hinvegin eta 77% av føroyingum neyta-, oksa- ella grísakjøt dagliga til 1-2 ferðir um vikuna. Hesi tøl stava frá kostvanakanningini, ið Fólkaheilsuráðið gjørdi í 2019, men neyvan er stórvegis broytt síðani tá. 

Tað vísir seg, at tað eru tey ungu, ið eta nógv minst av fiski, meðan tey elstu eta mest av fiski. Hetta er ein gongd, ið eigur at broytast, bæði av heilsuávum, men sanniliga eisini fyri at menna stoltleikan av okkara heimsklassa produktum, ið restin av heiminum øvundar okkum.

Eg vil ynskja Sjókovanum, Tøkni og Námi blíðan byrð við sínum íkasti til at menna tilvitið um sjóvinnurnar.

Jaspur Langgaard
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin