Sjóðsavnið er ein perla fyri allar Føroyar!
Ágangurin móti okkara høvðusstaði heldur fram, við at ætlani hjá Jákup Mikkelsen landstyrismanni í fiskivinnumálum, sum vil skerja játtanina til Sjósavnið við 100 túsund krónum komandi fíggjarár.
Eitt er vist, at Sjóðsavnið er til stóra gleði fyri børn og ungdóm okkara úr Havn og úr øllum landinum. Tað eru barnagarðar, frítíðarskúlar og skúlaflokkar úr øllum landinum sum vitja Sjóðsavnið. Sjóðsavnið sum er "nýbrótandi" innan føroysku fiskivinnu frálæru hjá okkara landið og fólkið.
Her koma fólk, serliga børn, á vitjan úr øllum landinum og ikki bara úr Havn. Hetta er spinnandi galið, at skerja eina so lítla játtan burtur, sum fer at gera tað at Sjóðsavnið ivaleyst fer í søguna ella møguliga endar í Klaksvík.
Tað er eisini ein lands uppgáva, at Sjósavnið hevur opið.
Lat meg staðfesta, at Tórshavnar kommuna stuðlar bæði við karmun og fastari játtan árliga. Ágangur á høvðustað okkara heldur fram við núvernadi samgongu. Fyrst var nýggi skúlin á Margnagil partvís parkeraður fyri meir játtan til tekniska skúla í Klaksvík og nú Sjóðsavnið.
vh.
Levi Mørk, býráðslimur
og formaður í byggi og byarskiparnarnevndini
hjá Tórshavnar kommuna