Sjálvvirkandi brunaávaringarskipanir
Fundur tann 25. mai 2012.
Gjøgnum árini eru fleiri skipanir uppsettar í Føroyum í sambandi við størri bygningar, og munnu tað í dag vera uppsettar uml. 120 ymisk sløg, eitt nú í størri fyritøkum, størri skúlum, sjúkrahúsum, har nógv fólk savnast, og har skap av bygningi krevur hetta. Talan er eitt nú um sjálvvirkandi brunaávaringarskipan (ABA), sprinklaraútgerð (AVS), rúmsløkkiútgerð (ARS) v.m. Sjálvvirknar skipanir eru íbundnar støðina hjá Tórshavnar sløkkiliði, ið geva signal, um okkurt er áfatt.
Síðani 1997, tá leiðreglur vóru gjørdar, hevur verið meira skipað tilgongd til hetta økið við tað, at virkir, góðkend av fyrr Brunaumsjón landsins og nú av Tilbúgvingarstovni Føroya, hava havt eftirlit við skipanunum vegna Tilbúgvingarstovnin. Eftirlitsfrágreiðingar eru síðani sendar avvarandi fyritøkum umframt Tilbúgvingarstovninum. Talan er um tvey virkir í Danmark, ið eru góðkend til endamálið, nevniliga DBI, Dansk Brand- og Sikringsteknisk Institut og RMG-Inspektion A/S .
Við tað at talan er um eitt tekniskt øki, har broytingar henda skjótt, hevur Tilbúgvingarstovnur Føroya sett fokus á hesar skipanir fyri at bøta um trygdina í bygningum, har ávaringarskipanir eru uppsettar, sambrt. krøvum í kunngerðini um brunaverju- og brunatrygd, KBB 99. Onnur orsøk er eisini fyri, at føroyskir ABA- installatørar fáa greiðar leiðreglur at arbeiða eftir.
Skipað varð tí fyri fundi tann 25. mai 2012, har Anders Frost Jensen frá DBI helt fyrilestur um leiðreglurnar, ið galdandi eru í Danmark á hesum øki. Leiðreglurnar eru hesar:
Nr. 001 Godkendelse af installationsfirmaer
Nr. 002 Certificering af kvalificerede personer til installation af automatiske brandsikringsanlæg
Nr. 003 Certificering af systemer og systemdele til automatiske brandsikringsanlæg
Nr. 004 Færdigmelding, inspektion og godkendelse af automatiske brandsikringsanlæg
Nr. 005 Drift og vedligeholdelse
Í hesum sambandi var eisini umrøtt, hvussu krøvini kunnu tilpassast føroysk viðurskifti.
Luttakarar á fundinum vóru m.a ABA- installatørar, umboð fyri tryggingarfeløgini og nøkur umboð fyri sløkkiliðini.
Á fundinum kom eisini fram, at ymisk viðurskifti kunnu gerast betri. Nevnast kunnu eftirlit við brunakrøvum í nýbyggingum, uppfylling av krøvum í sýnsrapportum, skjótari samskifti v.m.
Dentur varð lagdur á, altíð at nýta teir nýggjastu normarnar.
Tibúgvingarstovnurin hevur gjørt av at seta niður ein arbeiðsbólk við viðkomandi umboðum fyri hesa vinnu, sum seinni í ár skal koma við einum tilmæli um, hvussu donsku rætningslinjurnar á hesum øki kunnu laga seg til føroysk viðurskifti.
Tilbúgvingarstovnur Føroya