Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Arkivmynd

Sjálvstýrisflokkurin stýrir samfelagsskútuni fram á leið

Tá vit lata okkum velja, hava vit eisini skyldu at taka neyðugu tøkini og stigini, fyri at kunnu náa teimum málum, vit hava sett okkum. Í samgongu hevur flokkurin høvi í verki at taka ábyrgd og stýra samfelagsskútuni fram á leið, segði Kári P- Højgaard í formansrøðu sínari á landsfundi Sjálvstýrisfloksins, sum var seinasta leygardag.

Tíðindaskriv:

Í samgongu hevur Sjálvstýrisflokkurin høvi í verki at taka ábyrgd og stýra samfelagsskútuni fram á leið. Tá vit lata okkum velja, hava vit eisini skyldu at taka neyðugu tøkini og stigini, fyri at vit eftir bestu sannføring kunnu náa teimum málum, vit hava sett okkum. Tíðin er farin frá øsingini um vinstra høgra ella loysing, samband. Einasta gongda leiðin fram er samstarv tvørtur um miðjuna. Hetta var nakað av tí, sum Kári P. Højgaard, formaður Sjálvstýrisfloksins, bar fram á landsfundinum, sum varð hildin í hølunum hjá Starvsmannafelagnum leygardagin.

Røðan í fullari longd:

Gott sjálvstýrisfólk, góðu fundarluttakarar!

Tá samgongan varð skipað, var stórt ivasemi, um vit skuldu vera við í eini fýra flokka samgongu, har tveir javnstórir flokkar A og B høvdu tosað saman og í ávísan mun krita banan. Aftaná harðar og drúgvar samráðingar, har vit vóru við til at seta okkara fingramerki á samgonguskjalið og fingu trygd fyri, at vit eisini vórðu umboðaðir í landstýrinum, varð avgerðin tikin. Sjálvstýrisflokkurin skuldi verða partur av ADHB samgonguni.

Sjálvstýrisflokkurin hevur eina langa og virðiliga politiskasøgu, og er tann flokkur í Løgtinginum, sum oftast hevur sitið í samgongu og harvið myndað landsins leiðslu. Politikkur er fyrst og fremst at hava ávirkan; tí metti leiðslan í flokkinum at vit skuldu gagnnýta møguleikan, at gera okkara ávirkan galdandi, eftir at flokkurin hevur sitið í fruktaleysari andstøðu seinastu tvey valskeiðini.

Samgongusamstarvið stór avbjóðing

Ásannast má, at tíðarskeiðið síðan seinasta løgtingsval, tá sitandi samgonga tók leiðsluna, hevur verið ógvuliga turbulent. Serliga hava flatskatta-broytingarnar og skatting av pensjón við inngjaldi, saman við prístalsviðgerð av blokkstuðlinum, fylt nógv í stríðnum hjá andstøðuni mótvegis samgonguni. Samanumtikið hevur tíðarskeiðið verið sera møtimikið, ágangurin hevur verið stórur og hetta hevur verið tann størsta avbjóðingin í míni formanstíð, tí brotasjógvarnir hava skola omanyvir okkum í Sjálvstýrisflokkinum, tí vit hava verið við til at fremja hesar broytingar. Eg má viðganga, at talan ikki var um “okkara kopp av te”. Men tá fýra politiskir flokkar sum eru rættuliga ymiskir í grundhugsjón og skulu finnað saman til felags niðurstøður, sum grundarlag fyri semjum er greitt, at ongin flokkur fær alt sítt við. Talan er í nógvum førum um neyðsemjur, har úrslitið mangan hevur verið sera trupult at svølgja.

Útlendingamál yvirtakast

Sjálvstýrisflokkurin hevur gjøgnum árini slóðað fyri eini “stig fyri stig leið”, har tryggleiki, vit og skynsemi valdar. Sum orðafellið sigur: “Vit skulu seta tering eftir nering og ikki brúka meir, enn vit fáa inn”. Vit skulu yvirtaka uppgávur so hvørt sum haldgott fíggjarligt grundarlag er fyri yvirtøkunum. Eitt mál sum er niðurfelt í samgonguskjalinum, ið skal yvirtakast í hesum valskeiðið, er yvirtøkan av útlendingamálum.

Yvirtøkan av útlendingamálum stendur í samgonguskjalinum, samgongan samd um fremja hesa yvirtøku í ár. Ivaleyst standa nógvir føroyingar spyrjandi, hví henda yvirtøka ikki er framd fyri langari tíð síðan, tí drúgvar samráðingar hava verið við danir um hetta mál, og danski justitsministarin og føroyski innlendismálaráðharrin hava undirskrivað skjal, sum váttar yvirtøkuna. Eg skal heilt stutt greiða frá status í málinum.

Yvirtøkan hevur sum sagt staðið ovarlaga á breddanum, og langt er komið á leið við samráðingunum, umleið 80% av fyrireikingararbeiðinum er liðugt, tað sum eftir er, kann skjótt avgreiðast, um viljin til tess er til staðar frá báðum pørtum. Ein onnur avbjóðing, har ein loysn má finnast, er Schengen. Føroyar eru ikki partur av Schengen, men av tí at danska løgreglan tryggjar marknaðareftirlitið, eru Føroyar innanfyri Schengen øki. Tí verður ein uppgáva í samband við yvirtøkuna, at greiða henda spurning, hvussu vit í avtalu við Schengen-samstarvi kunnu virka framyvir. Eftir yvirtøkuna av málsøkinum fara føroysku myndugleikarnir frá bert at vera tilmælandi í samband við útlendingamál, til eftir yvirtøkuna at hava endaliga avgerðarmyndugleikan. Arbeitt verður av kraft at loysa henda spurning, lógaruppskotið er gjørt og liggur nú hjá politisku flokkunum til hoyringar. Løgmaður leggur væntandi málið fram, ein av fyrst komandi døgunum. tað er løgmaður sum formliga leggur uppskotið fram. Hann hevur hann fráboðað yvirtøkuna í 2013, í løgmansrøðuni á ólavsøku. Tað er Innlendismálaráðið, sum umsitur málsøki. 1,5 mió. krónur standa á fíggjarlógaruppskotinum 2013.

Javnvág á fíggjarlógina

Tá Sjálvstýrisflokkurin í jan. 2004 fór úr samgongu, var javnvág á fíggjarlógini. ABC samgongan hevur bróðurpartin av tíðarskeiðinum síðan, havt leiðsluna av samfelagnum og seinastu árini hevur hallið á fíggjarlógini verið stórt, okkurt árið 700 mió, ella tvær mió kr. í meirnýtslu um dagin. Hallið er fíggjað við lántøku og partsølu av almennum ognum t.d. Føroya Banka og Atlantsflog. Bruttoskuldin er í dag áleið 5 mia., og samgongan er samd um, at her má og skal vend koma í. Hallið á fíggjarlógini komandi ár verður áleið 250 mió. Ongar lønarframskrivingar verða gjørdar og Langtíðarmálið er, at javnvág skal verða á inntøkum og útreiðslum í 2016. Tað er ein ovurstór avbjóðing og krevur bæði vilja og dirvi at náa hesum máli.

Virkin í samgongu

Í mun til undanfarin valskeið er hendan samgongan virkisfør, og megnar at fremja broytingar og hevur avgreitt fleiri mál, sum hava ligið á láni í áravís. Á okkara øki kann eg nevna eitt stórt mál byggilógina sum tvær ferðir áður hevur ligið í Løgtinginum uttan at tað eydnaðist at fáa málið samtykt er nú endaliga avgreitt. Eg kundi nevnt fleiri og komið aftur til okkara málsøki seinni. Eitt mál sum vit ikki megnaðu, var at seta og fíggja virksemi hjá einari Rættarskipanarnevnd. Mín trupuleiki var, at arbeiðið var mett at kosta meir enn eina mió. Hesin peningur var ikki til at finna innan karmarnar hjá Innlendismálaráðnum, tí legði eg uppskot fyri tingið um at avtaka lógina. Nú verður arbeitt við at dagføra revsilógina og verður stórur partur av hesum virksemi gjørt innan ráðið.

Pensjónsnýskipan

Pensjónsnýskipanin hevur havt eina langa og drúgva gongd. Komið varð væl ávegis hjá seinasta valskeið, men av tí at valið nærkaðist, fingu vit enn einaferð staðfest, at tað er innið við land, at skerini finnast. Tað eydnaðist ikki politisku skipanini at finna fram til eina endaliga semju og avgreiða málið. Nýggjur pensjónsbólkur umboðandi allar flokkar bleiv skipaður eftir valið, og nú eru flestu limirnir útskiftir. Tá stórsti parturin av manningini er nýggjur, hevur tað tikið sína tíð, at seta seg inn í viðurskiftini. Nú er so long tíð fráliðin, at hóast arbeiðið, at broyta pensjónsskipan, er ein tungur burður, mega vit nú gera okkum greitt, um samlaði bólkurin vil viðvirka til at finna eina endaliga semju. Ein høvuðssnávingarsteinur var lógaruppskotið, viðvíkjandi mótrokning millum hjún. Tíverri bleiv bert hesin parturin (hetta popularitetsuppskotið) samtykt í Løgtinginum, beint áðrenn løgtingsvalið. Trupuleikin var bert, at við broytingini komu einir 300 pensjónistar at fáa eina munandi minni upphædd útgoldna, enn teir fáa í dag. Tað var ikki ætlanin við uppskotinum tí má ein loysn finnast á hesum máli. Okkara tingumboð Jógvan Skorheim, luttekur i pensjónsbólkinum og kann nærri greiða frá og svara ivaspurningum.

Samhaldsfesti

Fólk gloyma so skjótt. Undanfarna samgongan hevur lækkað prístalsviðgerðina á viðbótini av pensjónum frá 4% niður í eitt % og tað seinasta bleiv tikið 1. jan. 2012. Nú er so prístalsregulerað við afturvirkandi megi 0,85% í ár og 0,85% 2013 ella tilsamans 1,7% harafturat er Samhaldsfasti í ár hækkaður í ár við 220 kr. Fyri støk og 380 kr. fyri hjún. Í fíggjarlógaruppskotinum er ætlanin við lógaruppskoti at gera eina samhaldsfastari skipan við einum føstum lægri grundgjaldi og einum prosentvísum gjaldi til Heilsutrygd. Samgongan vil á henda hátt lætta um byrðarnar hjá láglønarbólkunum, meðan tær hægru inntøkurnar fáa nakað hægri gjald.

Ramsar øki

Føroyar kunnu fegnast um, at vit hava fingið trýggjar oyggjar góðkendar og útnevndar sum Ramsar øki. Nólsoy fyri drunnhvíta- stovnin, Skúvoy fyri lomvigastovnin í oynni og Mykines fyri lundan. Fríggjadagin 6. juli fingu Føroyar handaða váttan fyri, at Mykines, Nólsoy og Skúvoy eru útnevndar sum øki av altjóða týdningi, í tráð við Ramsar sáttmálan. Hetta hendi á ráðstevnu í Bukarest, har umboð fyri flestu av heimsins londum eru savnaði. Váttanin er ein staðfesting av, at hesi øki hava eitt somikið ríkt fuglalív, at tað hevur altjóða týdning. Talan er um 162 lond sum eru fevnd av millumlanda sáttmálanum, sum eitt nú áleggur limlondum skyldu at skipa fyri tiltøkum at varðveita og tryggja skynsama og burðardygga nýtslu av eitt nú fuglabjørgum o.ø., ið hava serligan týdning fyri ávís fuglasløg. Samstarv hevur verið við fleiri stovnar m.a. Náttúrugripasavnið og Fuglakanningarstøðina hjá Havstovuni, sum hava savnað og skrásett neyðuga vitan um hesar oyggjar.

Kommunusamanlegging

Kommunusamanlegging stóð á skrá, tá landsfundurin í 2008 bleiv hildin í Klaksvík. Í míni formansrøðu, sum tá bleiv hildin beint áðrenn tilstundandi kommunuvalið, segði eg hesi orðini. “Vit áttu til hetta kommunuvalið, at givið borgarunum møguleikan at sagt sína hugsan um kommunusamalegging. Her er ein møguleiki, samstundis sum valið er, at borgarin á einum øðrum seðli sigur sína hugsan. Nú tykist stígur at verða komin í kommunusamanlegging sumstaðni, samstundis sum nógv hendir á øðrum økjum í landinum”. Lítið grunaði eg, at mín leiklutur skuldi verða at skipa fyri einari slíkari atkvøðu um kommunusamanlegging fýra ár seinri.

Í samgonguskjalinum 2011 varð staðfest, at vit skuldu hava eina fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging tíðliga í vár, um fólkið tók undir við, at kommununar í teirra øki løgdu saman (Føroyar vórðu deildar upp í 7 øki). Valluttøkan var lítil og úrslitið kenna tit. Landstýrismaðurin hevur staðfest, at fólkið hevur talað, og at í hesum valskeiði verður ongin tvungin kommunusamanlegging við lóg. Tað er tó framhaldandi gjørligt at fremja kommunusamanlegging, um ynski kemur frá tveimum kommunum í økjum, ið kunnu leggja saman smb. lógini um sjálvbodna kommunusamanlegging.

At Grønland við 56000 íbúgvum metti tað verða neyðugt at minka talið á kommunum úr 18 niður í 4 í 2009 gevur okkum eina ábending um, at vit við stívliga 48 tús. íbúgvum og 30 kommunum, hava eitt óvanliga stórt tal av kommunueindum.

Eldraøkið

Arbeiðið við at leggja eldraøki út til kommunurnar at umsita gongur sum ætlað. Ein arbeiðsbólkur er settur og farin til verka. Nakrir felagsfundir hava verið, har umboð fyri Heilsumálaráðið, Almannaráðið, Fíggjarmálaráðið og Innlendismálaráðið saman við Kommunufeløgunum hava luttikið. Sum áður nevnt varð ikki undirtøka fyri 7 stórkommunum, tí verður arbeitt við at leggja eldraøki lagt út til 7 kommunalar samstarvseindir.

Kommunuval

Nógva staðni kring landið verður ikki uppstillað politiskt. Í triðstørstu kommunu, har eg havi verið virkin býráðslimur í 20 ár hevur áskoðanin higartil verið, at tað ikki er rætt at uppstilla politiskt, tí tað altíð hevur verið arbeitt tvørpolitiskt í býráðnum. Í Tórshavn og Klaksvík er støðan ein onnur og her verður uppstillað politiskt. Í Klaksvík fekk Sjálvstýrisflokkurin eina lyklastøðu við einum valdum umboð, ið fekk telvað seg til varborgarstjórastarvið, formansessin í Mentanarnevndini umframt aðrar týdningarmiklar nevndarsessir. Í Havn vóru ov fá fólk á sjálvstýrislistanum, so hóast okkurt valevni fekk eitt kanón val, eydnaðist ikki at fáa býráðslim valdan. Væntandi stillar Sjálvstýrisflokkurin upp til kommunuval í Havn og Klaksvík, umframt at valevni okkara kring landið eru á kvinnu og borgaralistum. Vit eiga dugnaligar og vitbornar kvinnur og menn, ið uttan iva koma at mynda álitissessir Sjálvstýrisflokks í komandi tíðum. Eg fari at ynskja tykkum ið stilla upp fyri Sjálvstýrisflokkin góða eydnu við valinum og vóni, at vit kring landið fáa eitt gott val.

Leiðin framá

Tíðin er farin frá øsingini um vinstra høgra ella loysing, samband. Einasta gongda leiðin fram er samstarv tvørtur um miðjuna. Hóvliga kós Sjálvstýrisfloksins stig fyri stig ber á mál. Í samgongu hevur flokkurin høvi í verki at taka ábyrgd og stýra samfelagsskútuni fram á leið. Tá vit lata okkum velja, hava vit eisini skyldu at taka neyðugu tøkini og stigini, fyri at vit eftir bestu sannføring kunnu náa teimum málum, vit hava sett okkum.

Fiskivinnupolitikkur

Á fiskivinnuøkinum hevur makrelfiskiskapurin fingið sera stóran týdning fyri pelagisku vinnuna í mun til nøgdina, vit hava tillutað okkum. Ein lyklaspurningur fyri Sjálvstýrisflokkin hevur verið at støðga sínámillum víðarikey og søla av kvotum og fiskidøgum. Hendan skipan hevur enn einaferð verið við til at skuldartyngja fiskivinnuna, sum eftir kreppuna í 90 unum varð loyst úr haftinum. Í samband við makrelfiskiskapin helt eg at tað var bundið fyri hesi víðarisølu, men tíverri hevur ongantíð verð slíkt virksemi sum í ár. Skip sum eru løgd og ikki hava verið í drift í longri tíðarskeið, skiftu eigara til tillutaða makrelnøgdin var uppfiska, síðan verða tey seld gomlu eigarunum aftur. At hetta bert er upp á kvamsvís verður fráboðað av reiðara alment í Kringvarpinum. Stórir trolarar eru nakrar dagar eitt línuskip sum fiskar makrel o.s.v. Vit læra vónandi av misstøkum, tað sum hendi við keyp og sølu í ár má ongantíð henda aftur, her má skil koma á.

Ein bólkur umboðandi allar politisku flokkarnar saman við umsitingini og fakkunnleikanum í Fiskimálastýrinum arbeiðir við at finna fram til eina nýggja skipan sum skal verða galdandi eftir 2018, tá verandi skipan gongur út.

Friðingarloysnin við einum ringið kring landið sum forðar vinnuligari línuveiðu innanfyri trýggjar fjórðingar má endurskoðast og broytast. Heimaútróðurin liggur í andaleypi og í fleiri bygdum, har útróður var høvuðsálitið er hesin nú bert ein viðfáningur. Onki prógv ella grundarlag er fyri, at nevnda friðing fevnir um øki, har ungfiskur serliga heldur til. Sambært útróðrarmonnum er lítið ella onki til av ungfiski, og tann fiskur sum verður fiskaður er væl í holdum. Ei útróðrarmaður segði fyri fáum døgum síðani, at nú var fiskiskapurin líka vánaligur á nærleiðum, sum hann var í 92. Einasta frágreiðingin hann metti var trúlig var økta makrelmongdin kring oyggjarnar og inni á fjarðunum. Havstovan hevur hildið fast við, at makrelur bert livir av reyðæti, men áður er staðfest, at makrelur etur alt sum fyri kjaftin rekur. Nakrir prøvar eru fingnir frá makreli sum er fingin innið við land í ár, vónandi geva hesir eina staðfesting av føðini.

Útoyggjamál

Útoyggjamál er málsøki undir Innlendismálaráðnum. Fólkini sum búgva á útoyggj hava avbjóðingar, í gerandisdegnum, sum vit onnur, ið liva á “meginlandinum” als ikki geva okkum far um. Ein av hesum avbjóðingum er flutningur og nýtsla av oljutunnum. Umframt at verða ein umhvørvistrupuleiki, er hetta bókstaviliga tung byrða at lyfta hjá fámentum og eldri fólki á útoyggj. Tí er tað gleðiligt, at okkum hevur eydnast at fáa eina avtalu fyri Skúvoynna sum viðførir, at nú er møguleiki hjá skúvoyingum at fáa oljuna koyrda úr tangunum hjá SEV beinleiðis í tangan við hús. Her eiga SEV, Skúvoyar Kommuna og oljufeløgini stóra tøkk uppiborna fyri at ein slík avtala fekst í lag. Arbeitt hevur verið við at fingið eitt lendisakfar við tanga og útgerð til uppgávuna. Hetta hevur tilkið longri tíð enn væntað, men nú sæst ljós fyri framman. Vón mín er, at fyrsti oljutangin í Skúvoy kann verða fyltur eftir nýggju skipani um hálvan oktober ella áleið einar tvær. Væntandi finna vit líknandi loysnir fyri tey øki í landinum, sum enn eru heft av oljuflutningi í tunnum.

Til seinast fari eg at takka landsnevndini og øllum álitisfólkum Sjálvstýrisfloksins fyri stuðul, trúfesti og væl avrikað arbeiði fyri flokkin í farna ári.