Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjálvstýrisflokkurin fingið nýggjan floksformann

Seinrapartin mikudagin kunnaði Kári P. Højgaard, tingmaður og fyrrv. floksformaður fyri Sjálvstýrisflokkin - Landsnevnd Sjálvstýrisfloksins frá, at hann hevði tikið avgerð um at fara frá sum floksformaður og at hann yngsti at næstfloksformaðurin Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík átók sær starviðmen hann hevur eisini broytt meining, og stillar eisini upp fyri sjálvstýrisflokkin á løgtingsvalinum. 

Landsnevndin tók undir við ynskinum hjá Kára P. Højgaard og kemur Jógvan Skorheim at røkja starvið sum floksformaður til komandi aðalfund í Sjálvstýrisflokkinum sum verður aftaná komandi løgtingsval.

Hóast Kári P. Højgaard, løgtingsmaður hevur lagt starvið frá sær sum floksformaður, kemur hann sjálvandi at halda fram sum tingmaður, og stillar upp til komandi løgtingsval. 

Jógvan Skorheim er hóast ungur, ikki ókendur á politiska pallinum. Hann bleiv valdur í býráðið í Klaksvík í 2008 og aftur í 2012 tá hann gjørdist borgarstjóri í Klaksvík. Eisini hevur hann áður stilla upp til løgtingsval fyri Sjálvstýrisflokkin, og hevur siti sum varamaður á Føroya Løgtingi í fleiri umførum.

Landsnevnd Sjálvstýrisfloksins ynskir nýggja floksformanninum Jógvan Skorheim hjartaliga tillukku og góða eydnu við starvinum, og takkar Kára P. Højgaard fyri góð avrik.