Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjálvstýrisflokkurin fer úr samgonguni

Landsnevnd og lokafeløg hjá Sjálvstýrisflokkinum hava í dag umrøtt støðuna, sum flokkurin er komin í. Avgjørt varð at siga samgongustarvið upp

Tíðindskriv, 9. september 2013

Baklandið hjá Sjálvstýrisflokkinum møtti væl upp til fundin, sum varð hildin í hølunum hjá Bátafelagnum á Glyvrum.

Eftir ein góðan og sakligan fund, sum vardi í einar tveir tímar, varð niðurstøðan tann, at flokkurin tekur seg úr samgongusamstarvinum. Hesum fer Kári P. Højggard, floksformaður, skrivliga at boða løgmanni frá.

Í skrivi dagfest 5. september 2013 boðaði løgmaður frá, at hann loysti landstýrismann Sjálvstýrisfloksins úr embætinum sum landstýrismaður.

Sjálvstýrisflokkurin skilir ikki, at løgmaður sigur landsstýrismanninum úr starvi, samstundis sum hann staðfestir, at landsstýrismaðurin einki skeivt hevur gjørt.

Soleiðis sum málið er handfarið av samgonguni, kann Sjálvstýrisflokkurin ikki halda fram við samgongusamstarvinum.

Niðurstøðan á fundinum hjá Sjálvstýrisflokkinum í dag varð tí tann, at flokkurin sigur upp samgongusamstarvið við Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin.