Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjálvstýri virkar fyri at útlendingar verða integreraðir

Í bíbliusøguni lesa vit um hvussu ræðuligt tað var hjá jødunum at vera í útlegd í Egyptalandi, og profetarnir heittu altíð á jødarnar um at fara væl við útlendingum, tí teir skuldu minnast til at teir sjálvir høvdu verið útlendingar í Egyptalandi.

Okkara forfedrar komu til eitt manntómt land. Frásøgnirnar um at írar hava búð her eru sera ósannlíkar. Men støðugt eru útlendingar komnir til Føroya, og børn teirra eru integreraði í teimum bygdum, har teir hava sett seg niður. Sigmund Brestisson hevði norska konu. Sverri kongur roknaði seg fyri at vera føroying. Magnus Heinason hevði norskan pápa, men var ikki minni føroyingur fyri tað. Okkara mæta sálmaskald Gudmund Brun hevði donsk foreldur, men roknaði seg altíð fyri at vera føroying.

Í nútíðini eru fleiri føroyingar, sum hava búsett seg uttanlands, men tað eru so sanniliga eisini útlendingar, sum koma til Føroya. Tað sigst, at um hundrað fólkasløg eru umboðaði í Føroyum í dag. Hesi eru sera virðismikil fólk, sum vit eiga at fara væl við. Summi læra seg føroyskt og koma inn í okkara samfelag uttan darv. Nógv hava børn, og hesi børn spæla við føroysk børn og gerast føroyingar og fara sum frá líður at gera lít í landi okkara.

Tað skerst ikki burtur, at føroyingar hava betri møguleikar enn flest aðrar tjóðir at integrera útlendingar og fáa teir at taka undir við samleika okkara.

Okkara størsta styrki í so máta er føroyski dansurin. Børn læra lættliga at sláa ring og liva við í vísum saman við øðrum børnum. Nøkur hava gott mál og minni, og kunnu skipa kvæði og vísur í dansinum. Her eru børn hjá útlendingum eins væl fyri og øll onnur.

Tað er ikki neyðugt at hava nógv børn saman fyri at fáa góðan dans. Í Koltri var sagt at tá tey vóru fýra í dansi var í minna lagi, fimm var passaligt, og seks var nógv. Men tað band sum var knýtt millum tey dansandi var sera sterkt, og tí er hetta eitt tað besta tiltak, sum vit hava fyri at fáa vælvirkandi integratión í samfelag okkara.

Zakarias Wang

Valevni hjá Sjálvstýri í Havn