Sjálvstýri á býráðsvalinum
Sjálvstýri, sum kom í eyga á fundinum í løgtingshúsunum annan jóladag 1888, hevur djúpar røtur í Føroya fólki og stillar upp til býráðsvalið 10. november.
Rætt er sum kirkjubømaðurin Sverri kongur segði: Alvæl ræður Harrin happi. Vit fara til verka, tí tað vit bjóða fer at gagna hvørjum einasta borgara.
Valevni Sjálvstýris til býráðsvalið eru:
Danny Danielsen, Tórshavn
Hallur Hjalgrímsson Djurhuus, Tórshavn
Jákup Hans Heinesen, Tórshavn
Dan Klein, Hoyvík
Hervør Ólafsdóttir Lützen, Tórshavn
Zakarias Wang, Hoyvík.
Vit hava sett okkum fyri
at hvør borgari í kommununi, sum er fyltur 18 ár, sleppur at keypa eitt partabræv í Flatnahaga fyri eina krónu;
at okkara kommuna gongur á odda í interkommunala samstarvinum;
at vit hjálpa tilflytarum at fáa børnum sínum føroyskan samleika;
at vit skapa eitt livandi mentanarumhvørvi við bæriligum tjóðleikhúsi;
at vit eisini skulu hava apotek á Argjum, í Hoyvík og í Kollafirði, og at eitt er opið á nátt;
at vit velja ta grønu kósina, so kommunan framvegis hevur heimsins størsta drunnhvítabøli;
at vit við kommunalum samstarvi bjarga fugli í øllum Føroyum undan rottum;
at vit berjast ímóti innsløddum plantum;
at vit gera fleiri sandstrendur eins og í Sandagerði;
at vit gera gongugøtur fram við bakkanum og millum varðar;
at vit fáa vardar íbúðir til fólk við avbjóðingum;
at vit fáa bíligar lutaíbúðir til eldri;
at vit fáa íbúðir til lesandi eins og í Finsen;
at vit fáa landstreym til skip við kaiirnar;
at vit kunnu ferðast uttan tunnilsgjald;
at vit fáa eina skipan við fríari busskoyring í øllum landinum;
at vit fáa fimleikhøll til skúlan í Kaldbak;
at vit fáa hálkubreyt;
at vit fáa eitt stað har møður við pinkubørnum kunnu koma saman.
at vit fáa almennar reglur fyri gongd í haga
at vit fáa eitt inngirt øki í Havn har hundar kunnu ganga
at vit fáa eitt aktivitets- og sansahús
at vit fáa eitt móttøkuhús fyri misbrúkt børn og vaksin
at vit fáa eina endurvenjingarstøð fyri fólk við seinheilaskaða
Vit vita, at her býr eitt gott fólk í einum góðum landi.
Latið okkum saman gera fosturlandið enn betri at búgva í!
Sjálvstýri