Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Arkivmynd av valstríði

Sjálvstýri í býráðið

Eitt vit seta okkum fyri er at hvør borgari yvir 18 ár fær eitt partabræv í Flatnahaga til keyps fyri eina krónu.

Flatnahagi er kommunal ogn, og allir borgarar eiga hann.

Nú stilla nógv góð valevni upp til býráðsval. 13 av hesum verða vald, og eitt av teimum verður býráðsformaður.

Okkara uppskot er, at um eitt ár bjóðar býráðsformaðurin øllum borgarum at koma á fund í ítróttarhøllini, har hann handar teimum, sum eru áhugaði í at gerast partaeigarar í Flatnahaga, eitt partabræv fyri eina krónu. Tey, sum hava keypt eitt slíkt partabræv, kunnu seta tað í veð, tí tað hevur eitt ávíst virði. Partabrøvini eru umsetilig og tí ber til at fáa at vita hvussu nógv meir enn eina krónu tey eru verd. Ein, sum er átjan, hevur kanska okkurt gott hugskot til at gera eitthvørt, men einki íløgufæ. Nú fer at bera til hjá hesum at fáa eitt lán við trygd í partabrævinum í Flatnahaga og koma í gongd við sína fyritøku uttan at venda sær til almennar myndugleikar fyri at fáa fígging. Er hugur ikki til slíkt virksemi, ber til at hava tað liggjandi til næsta ættarlið.

Men onkur vil kanska selja partabrævið fyri at seta peningin í eini hús. Avgerandi fyri prísin er útboð og eftirspurningur. Hava partaeigararnir valt eina nevnd, sum dugir væl at stýra, fær partabrævið størri virði. Øvut er um teir, vit seta okkara álit á ikki duga nóg væl. Men eitt vita vit, at einki heldur sítt virði so væl sum jørð, og tí fara komandi ættarlið at takka teimum, sum taka av hesum tilboði, sum býráðsformaðurin kemur við um eitt ár.

Sjálvstýri