Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjálvstøðugur limaskapur kostar hálva milliard

Tá løgtingið í dag hevði aðalorðaskifti um uttanríkismál, vóru fleiri røddir frammi sum vístu á, at Føroyar høvdu havt nógvar fyrimunir, um vit vóru fullveldisríki og høvdu sjálvstøðugan limaskap í ymiskum altjóða felagsskapum. 

Helgi Abrahamsen, sum var framsøgumaður fyri Sambandsflokkin segði seg vera samdan í, at vit kunnu hava fyrimunir av at vera limir í ymiskum felagsskapum, men vit mugu ikki gloyma, at limaskapur eisini kostar. Sum dømi nevndi hann, at limalondini í NATO rinda 3% av bruttotjóðarúrtøkuni í árligum limagjaldi. 

”Vit hava júst fingið fíggjarkarmarnar fyri 2016, og sambært teimum verður bruttotjóðarúrtøkan hjá Føroyum 16 milliardir komandi ár. So um vit skuldu goldið 3% av tí í limagjaldið, so høvdu vit fingið eina rokning á 480 mió. krónur – bara fyri limaskap í einum felagsskapi í eitt ár,” segði Helgi Abrahamsen. 

Ikki bara pengar
Helgi Abrahamsen vísti á, at tað er ikki bara ein spurningur um pengar. Umsitingarliga er tað eisini ein stór avbjóðing at vera limur í nógvum altjóða felagsskapum.

”So seint sum í farnu viku gjørdu føroysku fjølmiðlarnir nógv burturúr einum uppskoti sum liggur í fíggjarnevndini, um at seta ES-reglur í gildi fyri Føroyar. Hetta er eitt uppskot, sum er skrivað á 337 blaðsíður, við so tekniskari jura, at vanligir føroyskir juristar seta seg ikki førar fyri at lesa tað,” segði Helgi Abrahamsen. Hann segði seg ganga út frá, at tá mann ikki dugir at lesa eitt uppskot, so dugir mann heldur ikki at skriva tað, og hann legði afturat: 

”Nú er hetta eitt ríkislógartilmæli. Men hvat í verðini skuldu vit gjørt, um hetta var eitt málsøki, har vit sjálvi skuldu gjørt lógirnar - tá vit ikki hava neyðugu servitanina til at lesa uppskotini aftaná at onnur hava skrivað tey?”