
Sjálvsensururin er bremsuklossurin
EISINI INNAN JOURNALISTIKKIN! Aftur í morgun hevði KvF fingið úlvaungan at gera gjøldur við Heðin Mortensen, sum fyrst svaraði uppá útspilling frá almennu journalistunum.
Dan Klein, journalistur, ummælir KvF sending:
Seinast lagt út 18.05.2016 - 09:25, og er líka viðkomandi í dag.
Heðin svaraði, at KvF karaktermyrdi hann. Liljan Weihe, fiskaði, og skuldsetti borgarstjóran fyri at karaktermyrða starvsfólkini í KvF.
Til hetta svarar Heðin, at tað passar ikki, tí flestu journalistar í KvF eru fitt og fyrikomandi, og duga væl sítt arbeiði, men helt sær at siga meira...
Hetta fekk úlvaungan at gera gjøldur, tí hann helt tað ikki vera serliga heppið av Heðini, fyrst at skuldseta journalistarnar fyri karaktermorð, og síðani rósa teimum.
Men tá KvF bjóðar upp til dans, so kunnu vit gott koma upp á gólv:
Starvsfólkini í KvF kunnu helst skuldsetast fyri nógv, men bara ikki at vera hvassastu knívar í skuffuni.
Høvdu tey havt fylgt eitt lítið sindur við og lisið uppá, kannað og granska, so høvdu tey funnið fram til, at Deadline hjá DR2, viðgjørdi áhugaverda bók um almenn starvsfólk, sum vóru illa rakt av sjálvsensuri. Tey tordu ikki at meina annað enn tey frammanundan vistu, at leiðslan góðtók.
Vit mugu ganga út frá, at Heðin Mortensen, júst hugsaði um sjálvsensurin í KvF, og sigur, at flestu journalistarnir har eru skilagóðir, men undirtónin má so vera, at tey tíverri eru bundin av sjálvsensuri, sum tíverri er ósjónligur.
Men hetta merkir, at leggja journalistarnir ella onnur almenn starvsfólk seg ikki á linju við leiðsluna, so kunnu tey hava ótta fyri ikki at sita í starvi leingi aftrat. Tá er lættari at gera sum leiðslan sigur, og halda sína egnu meining væl goymda.
Tað er ikki fólkaræði, og tað hevur heldur onki við journalistikk at gera. Góðan morgun øksaskaft í KvF.
Sjálvsensururin er bremsuklossurin, eisini innan journalistikkin!