Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjálvsagt finna vit eina loysn á málinum um orðabøkur til fólkaskúlan

Nú Mentamálaráðið hevur tikið avgerð um ikki longur at rinda fyri, at fólkaskúlanæmingar kunnu brúka talgildu orðabøkurnar longur, fara vit í Mentanarnevndini í Tórshavnar Kommunu at viðgera spurningin beinan vegin á fyrsta fundi í nýggja árinum. 

Tað eigur at vera ein sjálvsøgd tænasta at allir næmingar í bæði fólkaskúla og miðnámsskúla kunnu sláa ókeypis upp í tær føroysku orðabøkurnar á netinum. Alt annað er bæði meiningsleyst og skilaleyst.

Sum skilst hevur Mentamálaráðið kravt, at nú skuldu kommunurnar rinda 500.000 kr. um árið fyri at fólkaskúlanæmingar framhaldandi kunnu fáa hesa sjálvsøgdu tænastu. Kommunufelagið hevur boðar aftur til Landsmyndugleikan, at tað metir, at hetta er ein yvirskipað tænasta til alt skúlaverkið, og at Mentamálaráðið eigur at taka hesa uppgávu upp á seg.

Eftir øllum at døma vil Mentamálaráðið ikki tað. Og verður tað endaliga niðurstøðan, so fara vit sum varða av mentamálum í kommununum kring landið sjálvandi at finna eina skilagóða loysn.

Eg eri púra samd við Kommunufelagnum, at málið er ogn Føroya Fólks, og tað gevur ikki meining, at hvør næmingur skal betala eitt klikkgjald fyri hvørt orð, sum man slær upp eina orðabók. 

Men verður tað avgerðin, so fara vit í Tórshavnar Kommunu sjálvandi at finna eina skilagóða loysn, so at eisini næmingarnir í fólkaskúlanum framhaldandi kunnu gagnnýta føroysku orðabøkurnar á netinum so nógv sum møguligt. 

Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs