Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjálvgleði Løgmanns við at avmontera fólkaræðið

Lítið mundi tað varða fyrrverand Løgmann Jóanes Ejdesgård, at avgerðin hann tók,tá hann á einum silvurfati setti sitandi løgmann í løgmannstólin, fór at fáa so fatalar avleiðingar fyri okkara fólkaræðið.

Síðan tá hevur tað fyrr so háttvirda Løgting av sitandi Løgmanni verið drigið niður í eitt politiskt runudíki.

Allar tær løgnu betri vitandi viðmerkingar, um bæði líkt og ólíktt, um ymiskt sum hann als ikki hevur havt skil fyri, hava sett tí politisku dagskránna. Seinastu viðmerkingina sigst hann hava á facebook, har " gullkornini " frá honum fyri eftirtíðina kunna staðfesta, at sjálvgleðin og betrivitan hava eyðkent hansara Løgmannstíð.

Moody er ein altjóða viðurkend fyritøku, ið tekur sær av at gera ratingar viðvíkjandi fíggjarliga førleikanum hjá ymsu samfeløgnum, eins og innan bankasektorin. Herfyri hoyrdist, at Moody helst kom at niður raðfesta Føroyska búskapin ( eina rentuhækking hjá almennu Føroyum ), fyrst og fremst orsaka tí væntandi blokadu av føroysku fiskavørum, sum ES kom at seta í gildið.

Í staðin fyri at tiga, so fer FØROYA LØGMAÐUR út á facebook, sum ein annar fíggjarligur profetur, har hann setur spurnartekin við kvalifikatiónina hjá Moody. Og so sjálvglaður og alfaðirligur, lovar hann, at tá hann persónliga fer at greiða Moody`s frá støðuni, so kemur henda fíggjarliga altjóða góðkenda fyritøka, at broyta teirra hugburð og rating viðvíkjandi Føroyum. Ikki sannheit, orakli hevur tala, so verður neyðugt hjá Moody og serfrøðingum tess at lurta eftir oraklinum sum í løtuni situr sum Føroya Løgmaður.

Havi ikki sjálvur verið inni á facebook síðu Løgmanns, men er tað so sum onkur hevur sagt frá, so hava vit ein Løgmann sum er spinnandi ørur av sjálvgleði, eins og tí politisku makt hann hevur fingið. ** Men blind høna finnur eisini korn. Og í sínum himmalrópandi naiviteti og býttheit so sær Løgmaður als ikki nakran trupuleika, tá hann uttan nakra sum helst lógliga heimild alment gevur til kennar, at hann er noyddur at fara í Landsbankan eftir 150 milliónum krónum.

Hetta, tí hann hevur fyri neyðuni, at keypa ein fyrrverandi sambandsmann, ið av eini ella aðrari orsøk avloysti Jógvan A. Johannesen sála sum javnaðarumboð.. Tað er ikki fyrstu ferð at hesin hevur roynt at smoyggja javnaðarhamin av sær. Uttan heimild og loyvi frá Fíggjarmálaráðharranum ( sum higartil hevur havt Løgmann í síni hulu hond ) ætlaði Løgmaður persónliga at ræna 150 milliónir úr fæi Landsbankans at keypa atkvøðuna hjá hesum " sokallaða javnaðarumboðnum ".

Hetta er ikki fyrstu ferð, at " sokallaða javnaðarumboðið " sjálvur hevur verið foran fyri, at tað í 2013 kanska hevði verið byrja at bora undir Skopunarfjørði. Í staðun fyri, so ætlar sami maður, við bindi fyri eyguni, at góðtaka eina dulda ætlan, sum Kári P. Højgård hevur gjørt við nakrar spekulantar, sum allir vóru varpaðir út úr Dong, orsaka teirra væntandi førleika innan fyri fíggjarviðurskifti.

Spurningurin er so um atkvøðan hjá tí " sokallaða javnaðarumboðnum " kann bjarga Løgmanni, sum saman við Kára P. Højgård eru gott á veg til at avmontera fólkaræði.

Nú fáa vit at síggja hvørja støðu sterki maðurin í Tinganesi, nevnliga Fíggjarmálaráðharrin hevur í hesum málið. Meðan okkara Løgmaður førur seg fram sum ein papageykur, so hevur Fíggjarmálaráðharrin verið kúrrur sum kettan. Livst so spyrst.

 Frank Davidsen