Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjálvandi velja vit Miðflokkin- eisini til býráðsvalið!

Á seinasta løgtingsvali fekk Miðflokkurin 712 kvøður í Suðurstreymi. Síðani eru veljarakanningar gjørdar, og hin seinasta gav flokkinum eina framgongd uppá 1 %. Heldur hendan framgongdin sær og kanska økist, vildi flokkurin nátt tí atkvøðutalinum, sum væntandi krevst, fyri at fáa umboð í Býráðið.

Nøkur siga av órøttum, at tað loysir seg ikki at atkvøða fyri Miðflokkinum til Býráðsvalið, tí hann hevur ongan møguleika at fáa umboð. Hetta er, sum tú sært av tølunum, als ikki rætt, men í veruleikanum ein roynd at lumpa veljaran! Veruleikin er jú, at um vit øll, sum valdu Miðflokkin til løgtingsvalið, velja flokkin til Býraðsvalið og fáa onnur at gera tað sama, fáa vit uttan trupulleikar umboð valt. Eitt umboð, sum kann vera tann sosiali profilurin, sum mangan saknast, tá hallir og vallir fylla alt kjakið, meðan skattaprocentið alsamt veksur skeiva vegin í landsins annars ríkastu kommununu.

Jenis av Rana

Valevni Miðfloksins til Býráðsvalið.