Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjálvandi skulu vit stuðla landbúnaðinum!

Reinsandi rákið síðani stóru kreppuna, millum almennan stuðul, og ikki stuðul, hevur verið gagnligt, og einki er at ivast í at torført og skeivt er, hjá skattgjaldarunum at stuðulsfíggja høvuðsvinnuni, fiskivinnuni. Við landbúnaðinum haldi eg júst øvuðgt. Her skal stuðlast, og tað miðvíst.

Flúgvandi kúgvin

Okkara størsti kappingarneyti, tá um landbúnað ræður, er ES. Ein uppgerð fyri nøkrum árum síðani vísti at í síni livitíð fær Evropiska kúgvin so mikið av rakstrarstuðli, at hvør einasta kúgv kann flúgva til sjey av heimsins metropolum og aftur, í síni livitíð. Fyri rakstrarstuðul. Haldi at henda sanna søgan sigur tað mesta. Sigur hvørjum stuðulsdjóri, føroyskir mjólkabøndur kappast ímóti.

Føroyskar matvørur

Sum partur av vaksandi áhuganum fyri norðurlendskum, og føroyskum mati í gourmetvinnuni, er neyðugt at vit gerast meira tilvitaði og virkin tá tað snýr seg um føroyska matvøruframleiðslu. Men vit hava sanniliga eisini eina skyldu sum samfelag at tryggja matvørur til okkara fólk, og tryggja okkum at tær matvørurnar eru heilsugóðar og framleiddar undir skipaðum viðurskiftum.

Vit eiga at framleiða nógv meira av eplum, rótum og grønmeti enn vit gera í dag. Her sakni eg politisk mál og mið, og ein átakslista fyri at náa málunum. At innflyta 5000 tons av eplum árliga er einki minni enn ein skomm, havandi í huga at epli vaksa sum ókrút.

Misskiltur stuðul til landbúnaðin

Farnu árini, serliga undir leiðslu fólkafloksins, eru gjørdar ”ábøtur” í landbúnaðinum. Serliga haldi eg at sølan av mjólkarkvotum til egnan vinning og skipanin við sølu av festibrøvum, hava skatt fólksligu undirtøkuna fyri vinnuliga landbúnaðinum í landinum. Her er, og hevur verið ov nógv ”óljóð” um vinnuna, til at fólkið metir vinnuna tóna reint flagg. Og júst tí hevur verið trupult at fáa fólksliga undirtøku fyri avgjørt neyðugum átøkum at bøta um støðuna, hjá serliga mjólkarbóndum.

Haldi snøgt sagt at hesi ”fólkaflokksátøk” yvirskipað hava havt sum endamál, at bøta um umstøðurnar hjá ávísum bóndum, og ikki neyðturviliga at menna føroyska landbúnaðarframleiðslu sum heild. Eftir mínum tykki er rikin ein ”misskiltur” stuðul til landbúnaðin, sum í nógvum førum, bara hevur økt um skuldarbyrðuna í vinnuni, og harvið verra um fortreytirnar fyri føroyskari matvøruframleiðslu.

Vinnan má stíga fram

Eingin ivi er í míni sál um at føroysk matvøruframleiðsla eigur eina framtíð, og eg haldi so avgjørt at føroyska samfelagið eigur at stuðla hesari vinnugrein okkara. Men skal politiska skipanin verða ein hollur viðleikari, so krevst at vinnan torir at líta inneftir. Setir sær greið framleiðslumál, sum øll politiska skipanin kann gera sítt til at bera til garðs.

Og ikki minst. Ger seg leysa av fatanini um, at loysnin er at súgva ”fólkafloksjúgrið”. Tað hava higartil verið dýrir dropar. Fyrst og fremst fyri landbúnaðin.

Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður