Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjálvandi skal Samhaldsfasti teljast við

Almennu rakstrarútreiðslurnar hjá landinum eru øktar meira enn 7 prosent síðani fíggjarlógin fyri 2018 var løgd fram fyri einum ári síðani. Tað er ein so stórur vøkstur, at tað fer at skapa álvarsligar trupulleikar, tá inntøkurnar aftur fara at minka.

Stóra kjakið undir viðgerðini av fíggjarlógaruppskotinum hevur verið, um útreiðslurnar í Samhaldsfasta skulu teljast við, tá uppgjørt verður, hvussu nógv almennu útreiðslurnar eru vaksnar, men har kann eingin ivi vera um, at tær eiga at verða taldar við.

Tinglimir hjá samgonguna hava ført fram, at Samhaldsfasti hevur ongantíð verið taldur við í almennu útreiðslunum, so hví skal hann teljast við nú?

Svarið er einfalt: Tá Samhaldsfasti var settur á stovn í 1991 var hann ikki roknaður sum partur av sjálvari fólkapensjónini. Hann skuldi einans vera eitt ískoyti, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir rindaðu. Tí var tað natúrligt, at hann ikki varð taldur við á fíggarlógini.

Men við tíðini er gjaldið inn og út úr Samhaldsfasta vaksið, og við nýggju pensjónsskipanini bleiv leikluturin hjá grunninum broyttur. Nú er hann ikki bara eitt ískoyti til pensjónina, men nú er hann sjálv pensjónin. Landskassin sparir harvið eina stóra útreiðslu á fíggjarlógini við at flyta ein part av gjaldinum yvir í Samhaldsfasta, og harafturat skulu bæði tey sum rinda inn í Samhaldsfasta og tey sum fáa út úr honum rinda skatt til landskassan. Landskassin sparir útreiðslur og fær eisini dupultan skatt!

Tí kann eingin ivi vera um, at tá roknað verður út hvussu nógv almennu rakstrarútreiðslurnar eru øktar, so eigur útreiðsluvøksturin hjá Samhaldsfasta at telja við. Annars fáa vit eitt misvísandi tal.

Helgi Abrahamsen