Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjáldan at so fá mál liggja eftir

Nú løgtingið fór heim lógu seks uppskot frá landsstýrinum eftir, sum ikki vóru liðugt viðgjørd. Hetta helt tann eini blaðstjórin vera somikið álvarsamt, at hann skrivaði í oddagrein, at samgongan var ikki stjórnarberandi.

Í veruleikanum vóru tað bara tvey mál sum ikki blivu avgreidd, tí fýra av uppskotunum hoyra til samferðslupakkan, meðan hini bæði eru náttúruverndarlógin og broytingarnar í friðingarlógini í sambandi við at vit fáa náttúruverndarlógina.

Men hvussu nógv mál plaga at liggja eftir, tá tingið fer heim?

Um vit samanbera við tingárið 2018 (seinasta árið hjá undanfarnu samgongu), so lógu 51 lógaruppskot eftir, tá tingið fóru heim. Av teimum átti samgongan sjálv tey 39. Harumframt lógu fimm uppskot til samtyktar, og tríggjar eykajáttanarlógir eftir.

Í 2017 lógu 16 lógaruppskot eftir umframt 9 uppskot til samtyktar og tvey uppskot til eykajáttanarlógir. Eisini vórðu tvey uppskot tikin aftur.

Í 2016 vórðu 13 lógaruppskot ikki avgreidd umframt ein eykajáttanarlóg. Men tá vórðu seinastu málini ikki avgreidd fyrr enn 5. juli, tá løgtingsformaðurin misti tolið og sendi tingið í summarfrí.

So tað at 6 uppskot (tvey mál) lógu eftir, tá tingið fór heim tann 7. mai, kann á ongan hátt samanberast við tað sum vit sóu í farna valskeiði. 

Nú skal tað sigast, at talið av uppskotum sigur ikki alt, tí uppskot eru so ymisk, men at koma til ta niðurstøðu, at samgongan ikki er stjórnarberandi, tí tvey mál mugu bíða til á ólavsøku, er at taka í so rívan til.

Helgi Abrahamsen
tingbólkaformaður Sambandsfloksins