Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sister Sledge á G!

Leygarkvøldið 19. juli er pallurin settur til helst störstu diskoveitslu nakrantíð í Föroyum, tá ið diskodrotningarnar Sister Sledge koma á G! at framföra heimshitt sum “We Are Family”, “Lost In Music”, “He’s The Greatest Dancer” og øll hini hittini, ið gjørdu Sister Sledge til eitt tað størsta navnið í diskotónleiki, yvirhövur.

Systrarnar Debbie, Joni, Kim og Kathy stovnaðu bólkin Sister Sledge í 1971. Tær høvdu fleiri løg á hittlistunum upp gjøgnum 70’ini, men fingu sítt veruliga gjøgnumbrot við LP’ini “We Are Family”, ið verður roknað sum ein av størstu varðunum í diskosøguni.

Sister Sledge eru serliga kendar fyri samstarvið við super framleiðaran Nile Rodgers. Hann var ein av definerandi hövuðsmonnunum í diskorákinum í endanum av 70-unum og av poppinum í 80-árunum. Rodgers framleiddi tá nakrar av best seljandi útgávunum hjá m.ö. Diana Ross, David Bowie, Duran Duran og Madonna.

Nile Rodgers gjördi í fjör disko super viðkomandi aftur, tá ið hann sendi enn eitt diskolag inn á nr 1 á heimsins hittlistum, diskolagið “Get Lucky” sum hann skrivaði og framleiddi saman við Daft Punk og Pharrell Williams.

Lagið er í eyðkenda stílinum, sum hann gjördi kendan saman við Sister Sledge og Chic í endanum av sjeytiárunum.

Systrarnar Sledge hava gjøgnum árini vunnið útivið 100 heiðurslønir fyri sín tónleik og framførslur, og hava öll árini verið virknar og hava givið tilsamans 10 útgávur út. Í løtuni arbeiða systrarnar við eini nýggjari útgávu.

Atgongumerkjasølan til G! gongur annars væl, og við nøvnum sum Sister Sledge, Nabiha, Moddi, Týr, Kaleo, Byrta, Brynjolfi, Malk De Koijn, Símun Konoy, Swangah, Snowgoons, Gretu Svabo Bech og mongum øðrum, er longu greitt, at G! aftur í ár er tónlistarliga nógv tann mest umfatandi festivalurin í föroyska summarinum.

Mánakvøldið 7. juli á midnátt hækkar atgongumerkjaprísurin fyri seinastu ferð, so tað ræður um at kvika sær um tú vilt spara pening. Atgongumerki fáast á heimasíðuni gfestival.fo, á störru Magnstøðunum, umframt í Tutl og Vodafone í Havn.

Videolag: Sister Sledge - We Are Family

Videolag: Sister Sledge - He’s The Greatest Dancer

Videolag: Sister Sledge - Lost In Music

 

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=oMVe_HcyP9Y]


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=U-GcL1Cd5b4]


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=e1IkdZIdCP8]