Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sinnopskornið

Vegna uttanflokkalistan skal eg so hjartaliga takka øllum tykkum, stillarum og veljarum, sum góvu okkum undirtøku á fólkatingsvalinum 18. juni. Boðskapur okkara er greiður: Vit vilja ikki lata okkum lynda, at danska stjórnin forðar okkum í at útinna okkara rætt til sjálvi at gera av, hvat ið henda skal í ríki okkara.

Vit vita, at uppíblanding stjórnarinnar er alstór, men at hon er ólóglig. Hon er í stríð við tann sambandssáttmála, vit hava við Danmørk, tí hann gevur okkum sjálvstýri. Uppíblandingin er eisini ímóti úrslitinum av tí fólkaatkvøðu, sum danska stjórnin fekk í lag hjá okkum í 1946. Tá feldu vit allar teirra royndir at leggja seg upp í okkara viðurskifti, bæði við fyrisiting og við stuðli. Tá vit vildu seta hetta í verk, varð danskt hervald ólógliga nýtt at reka løgtingið til hús, so tað ikki slapp at útinna lógliga starv sítt við at skipa okkara egnu stjórn.

Eitt, sum vit staðfestu á hesi fólkaatkvøðu, var, at danska stjórnin ikki skuldi leggja upp í okkara viðurskifti við peningaveitingum. Men tað vildi hon sleppa at halda fram við, og síðani hevur hon keypt sær politiska undirtøku við ólógligum útgjaldingum úr ríkiskassanum, tað sum vit vanliga nevna mutur. 

Í hesum valstríði kom fram, at flokkar, sum útvega sær atkvøður til fólkatingsval, fáa 30,50 krónur úr hesum muturskassa hjá stjórnini fyri hvørja atkvøðu, og at teir fýra stóru flokkarnir hava fingið 2-3 milliónir krónur í part fyri at lokka fólk at geva sær undirtøku. Harvið hava teir gjørt seg til skjólstøðingar, klientar, hjá stjórnini. Tann undirtøka, teir keypa sær við hesum muturspeningi, verður nýtt til at reka ein politikk, sum gevur stjórnini friar teymar at stýra okkum nøkur ár afturat.

Vit, sum ikki vilja lata okkum hetta lynda, kunnu tí ikki atkvøða fyri flokkum, sum taka mutur og reka ørindini fyri stjórnina. Tað sum vit gjørdu á hesum sinni, var at sáa sinnopskornið, sum er minst av øllum fræi, men veksur upp til at gerast størsta træ av øllum. 

Hetta er ein virðiligur setningur at virka fyri, og vit ivast ikki í, at framtíðin er okkara.

Zakarias Wang