Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sinnisbati stuðlar Jóhan við Fámará´s prosjektinum

Sinnisbati hevur sent opið bræv og eina innilig áheitan til almennu Føroyar (Løgmann, Landsstýrið, Løgting og aðrar viðkomandi stovnar), ið hava heimild bráðfeingis at steðga gongdini í Fámarámálinum.

Niðanfyri er brævið, sum Sinnisbati hevur sent avvarðandi mynduleika í landsstýrinum.

Opið bræv frá Sinnisbata og ein innilig áheitan til almennu Føroyar (Løgmann, Landsstýrið, Løgting og aðrar viðkomandi stovnar), ið hava heimild bráðfeingis at steðga gongdini í Fámarámálinum.

Tórshavn 10.juli 2013.

Sinnisbati er ein áhugafelagsskapur, hvørs endamál yvirskipað, sambært viðtøkur felagsins § 2. er at arbeiða fyri rættindum hjá sálarsjúkum her á landi. Forkvinna og nevndin í Sinnisbata hava fylgt málinum í Fámará, og eru komin ásamt um, at brúkarar sum vit varða av eru fangaðir í øllum meldrinum, sum er staðin í trætuni ímillum tey sum hava búleikast og virka á garðinum/festinum í Fámará og Búnaðarstovuna.

Uttan at taka støðu til tey juridisku atlitini og mannagongdir, ið sigast at verða fylgdar og ikki fylgdar í trætuni ímillum Búnaðarstovuna og námsfrøðingar Rakul og Jóhan Dalsgaard venda vit okkum til tykkara, sum umboða almennu Føroyar, um at hjálpa okkara brúkarum, so teir kunnu halda áfram, at búgva og móttaka alternativa námsfrøðiliga tilboðið, sum Rakul og Jóhan Dalsgaard hava ment, í hesi góðu 2 árini tey hava hildið til í Fámará.

Í friðarligu, vøkru og óspiltu náttúruni í Fámará, kombinerað við tað sum námsfrøðingarnir Rakul og Jóhan Dalsgaard kunna bjóða hesum fólkum, hava fleiri fólk við sálarheilsutrupuleikum av ymiskum slag funnið seg til rættis, og tað hevur bara gingið ein veg - til tað munandi betra.

Fólk sum hava verið bundin av svárari sálarsjúku, í áravís, nøkur næstan uppgivin í etableraður viðgerðarskipan okkara, hava eftir eina tíð í Fámará komið seg munandi, og eru áleiðis tað ein í fakmáli nevnir fyri heilt, ella partvíst recovery.

Eisini hava fleiri fólk, sum hava verið í viðgerð fyri ógvusliga rúsevnis- og alkohol misnýtslu, sjálvi leita sær til Fámará, fyri at koma seg og ikki falla aftur í gamla mynstri og fleiri av hesum eru í dag edrúir alkoholikarar, ið eru væl á veg til at innganga aftur í samfelag okkara, sum væl virkandi borgarar.

Umframt hetta, eru dømi um børn- og ungdómar, ið hava baksast við eitt bland av sálarheilsu- og sosialum trupulleikum, sum hava “funnið aftur á beint”, eftir eina tíð í Fámará.

Omanfyrinevndu dømi LEGITIMERA FÁMARÁ, á tann hátt, sum garðurin og festi verður rikið og fara vit at heita á tykkum um at og koma ásamt um, í hesum eindømi, at endurskoða og hevja tykkum upp um longu tiknu avgerð, um at núverandi átak í Fámará skal steðgast, har freistin er 15.juli 2013.

Verður ein leyslig kostnaðarmeting gjørd í mun til hvat brúkarar, sum í dag halda til í Fámará, kosta Almannaverkinum annars, tosa vit um stovnspláss, sum fyri tann einstaka kosta frá kr. 3000,- og uppeftir, um samdøgrið. Omanfyrinevndu brúkarar hava verið og eru í Fámará fyri ein brotpart av hesari upphædd.

Eitt annað sum ger seg galdandi er, at tørvur er á slíkum tilboð, sum Fámará kann bjóða í løtuni. Fleiri av teimum, sum ikki passa inn í tey klassisku tilboðini, ið eru til sálarsjúk, (serliga tey ungu), velur Almannaverkið at senda av landinum til kostnaðarmikla viðgerð í Danmark. Oftani fara ikki bert hesi avstað, men øll familjan, sum væl er skilligt ...

Sinnisbati skjýtur tí upp at Fámaráfestið verður karmur um og umskipað til eina alternativa námsfrøðiliga sosial- psykiatriska royndarverkætlan í fyribils 5 ár, so at núverandi námsfrøðiliga átak, við Rakul og Jóhan Dalsgaard, kann halda fram. Í hesum tíðarskeiðið verður tilboðið nærri lýst, beskrivað, eftirmett og justerað áleiðis, so hetta sampakkar við visjón Fámará, ið longu er gjørd. Vit mæla til at námsfrøðiliga sosial- psykiatriska royndar verkætlanin, í Fámará, í tann mun tað er neyðugt, samstarvar við, og eru undir umsjón av Heilsumálaráðnum og Almannaráðnum, í tey 5 árini verkætlanin er í gongd. Eftir tey 5 árini, verður endurskoðað og mett um verkætlanin kann halda áfram, sum eitt permanent tilboð.

Vit í Sinnisbata fara enn einaferð at heita á tykkum, sum ábyrgdarfullar politikarar, umboðandi almennu Føroyar, at “hugsa út úr boxini”, hugsa framskygt og strategiskt, og stuðla undir námsfrøðiliga- og sosial-psykiatriska innovatión í Føroyum. Hetta kemur at løna seg aftur bæði stuttskygt og í langtíðar høpi, fíggjarliga, menniskjaliga og etiskt.

Við hávirðing

Nevndin í Sinnisbata, ið er mannað av

Forkvinnu Súsonnu Olsen, stjórnmálafrøðingur

Næstforkvinnu Súsonnu W.Poulsen, ergoterapetur

Súna Mørk, ergoterapetur

Beinta Kollslíð Danielsen, sjúkrarøktafrøðingur

Regin Jóannesarson, sjálvstøðugur vinnurekandi

Tummas Thomassen, bókhaldari

Margretha Poulsen, fyrrverandi skrivstovukvinna, nú eftirlønt