Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Símun úr Konoy á G!

Kendi sangarin Símun úr Konoy verður saman við gamla bólki sínum Gras, á G! í ár. Hann sigur, at upprunaætlanin var at spæla góðar, gamlar rokk-sangir úr 60- og 70-árunum á pallinum í Syðrugøtu, men at so verður ikki.

Hann hevur fingið boð úr erva um, at talan verður um eina sokallaða nostalgi-veitslu. Bert gamlar føroyskar landaplágur mugu spælast, sum t.d. ”Gamla smáttan”, ”Súsann”, ”Skipshundurin” og ”Eg blívi svakur”. Tó kundi hent seg, at ein sangur á donskum máli verður tikin við.

Limirnir í bólkinum Gras eru Jóhannus á Rógvu Joensen, bass - Hermund Jacobsen, trummur - Kári Poulsen, keyboard - Hjalti Joensen, sologittari - Benjamin Petersen, ritmugittari og Símun úr Konoy, sangur.

Seinastu 22 árini hevur Símun úr Konoy verið búsitandi í Danmark, har hann breyðføðir seg við at syngja og spæla til veitslur, á marknaðarplássum, festivalum við meira.

Fyrrárið gav hann út einstaksfløguna ”Fiskafrikadello”, sum hann syngur saman við Jacob Haugaard. Sangurin er vorðin ómetaliga væl umtóktur bæði í Danmark og í Føroyum.