Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

SIMON VON KONOY OG TÓRODDUR POULSEN KLÁRIR TIL FOUNTAIN HOUSE KONSERT

16. februar sleppa útisetar í Danmark eisini á stuðulskonsert í Keypmannahavn, har fleiri av størstu føroysku nøvnunum luttaka.

Sigur mann: “ Tú mást ikki rýma, Susan”, “Omma, omma tað eri eg” ella “Eg blívi svakur”, so má mann eisini siga Simon Von Konoy. Simon hevur gjøgnum árini rist hit oman á hit úr ermuni, og nú sleppa føroyingar í Danmark eisini at uppliva hitmaskinuna.

Multi listamaðurin, Tóroddur Poulsen, hevur júst vunnið heiðursløn fyri sítt frálíka listavirksemi. Tóroddur Poulsen er bæði provokerandi, rámandi og stuttligur. Og heiðurslønin er ein staðfesting av, at listin hjá Tóroddur er list av høgari góðsku.

Tað er við gleði, at vit ídag avdúka hesi nøvnini, sum uttan iva fara at gleða nógvar gestir í Keypmannahavn tann 16. februar.

Skráin er sostatt, Marius, Annika Hoydal, Steso, Simon Von Konoy og Tóroddur Poulsen. Men – og tað er altíð eitt men - vit hava framvegis eitt navn eftir at avdúka, sum vit vita fer at gleða nógv fólk. Gleðið tykkum!

Fylg Fountain House Føroyar á facebook: http://www.facebook.com/FountainHouseForoyar

 

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=WUCpgUsDguI]


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=3wwBjyN7nao]