Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Simon við nýggjari fløgu

”Øl við tárum í” er heitið á nýggjari fløgu, sum júst er komin á føroyska marknaðin. Tað er útisetin, Simon von Konoy, ið gevur út.

Hugskotið til útgávuna fekk hann, tá ið hann í 2013 var á G! og sang nakrar góðar, gamlar sangir, sum t.d. ”Súsann”, ”Í Góðadal”, ”Einlig kvinna” við meira. Hesir eru nú endurinnspældir, og okkurt nýtt er við eisini, sum t.d. ”Øl við tárum í” og ”Neytakonur”. Og sum rosinan í pylsuendanum er landaplágan ”Fiskafrikadello” umsettur til føroyskt.

Í Føroyum er tað felagið Tutl, ið selur fløguna, í Danmark Konoy Music.