Sigurd Simonsen, føddur 16. november 1919, deyður 22. februar 2012
Tann 27. desember var eg og vitjaði Sigurd, og vit prátaðu um mangt og hvat. Tá eg skuldi fara avstað reisti hann upp, hugdi meg beint inn í eyguni og spurdi: Hevur tú skrivað nekrologin? Eg segði, at tað hevði eg ikki. Hann segði tá við meg, at tað skuldi eg gera, og hann vildi fáa hann til góðkenningar, so at tað ikki kom at standa nakað skeivt í honum, og at hann skuldi vera klárur at seta í bløðini tá ið hann doyði. Eg skrivaði eitt uppskot til minningarorð, og fekk honum tey at lesa, men hann helt at tey vóru ov rósandi, so tað mátti eg gera umaftur. Men hann viknaði skjótt, og lítið kom burturúr, og nú hann doyði mikudagin tann 22. februar kl. 9.45 er neyðugt at gera tað sum hann ynskti, at fáa minningarorðini upp á prent, hóast hann ikki fekk góðkent allar smálutir.
Sigurd fekk eitt langt lív. Hann fegnaðist um at blíva 92 ár tann 16. november. Mánadagin 5. desember var illveður, og konan Renata var til bókbinding, og hon ringdi til hansara at siga, at tað var ov vánaligt veður at koma eftir sær við bilinum, men tað helt hann onga orsøk vera at óttast fyri, so hann koyrdi eftir henni, og komu tey heim í øllum góðum og fingu sær ein drekkamunn. Meðan tey sótu við borðið fekk hann ein hjartatilburð og misti næstan ondina. Hann kom á landssjúkrahúsið og morgunin eftir var hann so mikið ressaður at hann kundi ringja til elsta bróðursonin og greiða frá tí sum hent var. Mánadagin eftir varð hann sendur á ríkissjúkrahúsið og var har nakrar dagar áðrenn hann varð sendur heimaftur við teimum boðum, at læknarnir ikki kundu hjálpa honum. Hann kom so heim, var púra klárur og visti hvønn veg tað bar. Hann gekk upp og niður gjøgnum trappurnar, var uppi um dagarnar, koyrdi bil og fyrireikaði seg til summarið við ferðamannaskipunum, tí sum hann segði, einki er so vist sum deyðin, men einki er so óvist sum deyðastundin, so tað ráddi um at vera fyrireikaður til báðar møguleikarnar. Hann fegnaðist ómetaliga um, at onkarsonurin Bernhard kundi koma heim, og teir fingu nakrar góðar dagar saman.
Sigurd var føddur í 1919 í Hoyvík á trøðni Uttan fyri Garðar í teimum húsunum foreldur hansara bygdu tá tey giftust í 1903. Hetta summarið vóru tey fyrstu húsini á trøðni tikin niður, tey frá 1835, sum Símun Joensen av Glyvrum hevði fingið upp tá hann setti búgv har saman við Lottu úr Geilargarði í Kaldbak.
Faðir Sigurd var Hans Simonsen, sum var vaksin upp í gomlu roykstovuni har Uttan fyri Garðar. Gott munnu tey hava fingið í beinini, tí tey fýra systkini fingu ein miðalaldur upp á 90 ár. Elsta systirin Johanna giftist inn á Høgaból í Saltangará við Símun Simonsen. Kristianna giftist í Havn við Sámal Samuelsen og fluttu tey til USA. Símun giftist við Elsu Mariu úr Sandvík og settu tey búgv á Lágni í ovaru helvt av trøðni í Hoyvík.
Móðir Sigurd, Sanna, var úr Innistovu í Mykinesi, og altíð var nógv mykinesfólk og vitjaði hjá teimum, serliga Lavris, faðir John og Pól.
Sigurd var yngst av sjey systkjum. Hann hevði tveir brøður og fýra systrar. Elsti bróðirin Johan giftist við Sigrid úr Sandavági, og tey búðu í Havn. John giftist við Annu á Argjum, har tey búðu. Elsa giftist við skiparanum Johan Larsen í Porkeri. Margreta giftist við Herman Jensen í Danmørk. Elsebet Kristina giftist við Poul Vang í Kaldbak. Anna giftist við Jógvan Hansen í Klaksvík, og tey fluttu niður til Ballerup.
Nú Sigurd doyði var hann tann seinasti av systkjunum at fara. Eisini var hann elsti hoyvíkingur, og nú fækkast tey, sum minnast til ta lítlu bygdina, sum Hoyvík var. Tá hann var føddur vóru fá hús. Heima á Garði vóru bóndahúsini og uppsitarahúsini, men Royndarstøðin var í gerð. Í niðaru Hoydølum stóð sanatoriið, men annars vóru eingi hús fyrr enn komið var oman til Havnar. Hetta var áðrenn fyrsti bilurin í 1922 var komin til Føroya, og teir mjølsekkir, tey skuldu fáa, máttu tey sjálvi rógva til Havnar eftir og bera á bakinum til hús niðan eftir gøtuni.
Sigurd hevði ikki langan skúlaveg, tí einasti skúlin í bygdini var í kjallaranum hjá teimum. Lærarinnan hevði tó ikki bert hoyvíksbørn, men helt eisini skúla uppi á Hvítanesi og í Norðradali. Hóast skúladagarnir ikki vóru nógvir, hildnaðist tó væl, og hann kom í realskúlan og fekk prógv har.
Tað var meðan hann gekk í realskúlanum, hann var sína fyrstu uttanlandsferð. Rikard Long skipaði fyri at realskúlabørnini kundu sleppa eina ferð til Reykjavíkar, og tað var stórfingið fyri hesi børn at síggja eitt heilt annað land. Tey vóru m.a. inni í ríkisútvarpinum og sungu, so at tey. sum heima vóru, kundi hoyra tey!
Hann hevði sera góðan sjóhug, men foreldrini vildu hava at hann fekk sær arbeiði uppi á landi, og tey fingu hann inn á kontórið hjá sorinskrivaranum, har hann kom í oktober 1935. Hann var sera samvitskufullur og møtti hvønn dag til arbeiðis, og á vegnum oman hevði hann verið á posthúsinum og sorterað postin so at tá sorinskrivarin kom til arbeiðis kl. 9, var alt sum tað skuldi vera. Seliga hevði hann við tinglýsingina at gera, og har møtti hann ofta Emil Olsen sparikassastjóranum. Ein dagin spurdi Emil, um hann vildi fáa arbeiði í sparikassanum. Hann sá fyri sær, at tað lív sum hann livdi var sum í einum fongsli, og als ikki var tað sum hann kundi hugsað sær. Hann vildi út í náttúruna og á flot, og fór hann í sparikassan, so kom hann bara í eitt nýtt fongsul alt lívið. Hann segði tí nei takk, og Emil var sera bilsin.
Hann var við í arbeiðinum heima, bar torv, velti og hoyggjaði og mjólkaði kúnum, og var so nógv á floti sum tað yvirhøvur bar til. Hann og pápin komu til Kaldbaks við gásini og bóru ungarnar niðan á Brúnavatn í leypi, og tá ið stórkavin var í 1947, kom hann til Kaldbaks á skíðum. Tiverri brotnaði onnur í Mjørkadali, men hann vavdi pettini saman so hann kom fram í øllum góðum.
Saman við Sigmund Petersen stovnaði hann Føroya Sílaveiðufelag. Í 1947 settu teir fyrstu laksamaðkapirrurnar út, men hesi seinastu árini tosaði hann ofta um, hvussu bilsin hann var av, at laksur skuldi vera vorðin okkara størsta útflutningsvøra. Hesi árini fiskaði hann síl víða um landið, og fyri smádreingirnar í Kaldbak var tað sera forvitnisligt at eygleiða henda fiskiskap uppi á Vøtnunum.
Í 1948 bjóðaðu systkinabørnini John og Poul Joensen honum starv á skrivstovu síni, og hann fór frá sorinskrivaranum. Síðani starvaðist hann hjá Farosit, har Dánial Danielsen úr Leynum fekst við málingaframleiðslu úr føroyskari royðu. Tá systir hansara Margreta við familjuni var her eitt skifti í fimmtiárunum, høvdu tey ein frukthandil saman, men so fór Margreta niðuraftur. Í 1955 og -56 var hann útróðrarmaður saman við bróðuri sínum John. Hann segði, at ongantíð hevði hann havt so lítla inntøku, men ongantíð hevði hann havt nakað arbeiði, sum hann hevði verið so glaður fyri sum hetta.
Tá var Poul systkinabarnið formaður í Føroya Ferðamannafelag, og hann bjóðaði Sigurd at standa fyri Ferðamannastovuni. Hetta var eitt arbeiði, sum bar við sær, at hann kundi koma út í náttúruna at vísa útlendingum okkara land, og lítið var at gera um veturin, so hetta helt hann vera sera áhugavert, og tók hann við har í 1956.
Hetta arbeiði gjørdist hansara lívsstarv. Í 1959 komu tey fyrstu cruise-skipini higar, og tey, har vóru umborð, høvdu áhuga í at sleppa bussferðir fyri at síggja Føroyar. Hesum fór hann at skipa fyri, og gav hetta virksemi øktar inntøkur til ferðamannastovuna, men sanniliga eisini nógv meir arbeiði. Tá kom væl við at hann fekk eina sera dugnaliga konu, Renatu, sum er úr Sveis, og sum hevur holla skrivstovutbúgving og málkunnleika, simultantulkur sum hon er bæði í enskum, týskum og fronskum. Tey bæði róku ferðamannastovuna á fyrimyndarligan hátt í fleiri ár, gjørdu bóklingar og samstarvaðu eisini við Strandfaraskip Landsins um uttanlandssiglingina hjá Smyrli.
Men tá Sigurd var 65 ár hendi umskifti í ferðamannaviðurskiftunum í Føroyum. Ferðaráð Føroya varð sett á stovn, og í hesi nýggju skipan var ikki pláss fyri Sigurd. Einki er at ivast í, at tey flestu høvdu lagt seg upp í snoð tá teimum hevði verið slíkt fyri, men Sigurd og Renata gjørdu sína egnu ferðaskrivstovu, Faroeswiss, sum bæði seldi ferðaseðlar og tók sær av cruise-skipum. Nøkur ár seinni kom Dánial Poulsen uppí. Fyritøkan skifti tá navn til Faroe Travel, og Sigurd fór tá undir sína egnu fyritøkur, Hoyviking Tours, sum hevur tikið sær av cruise-skipum burturav. Renata hevur síðani selt sína helvt av Faroe Travel til Dánjal Poulsen, men hon arbeiðir tó framvegis har.
Sigurd hevur síðani tikið sær av ferðamannaskipum, og mong eru tey, sum hann hevur samstarvast við, bæði ferðaleiðarar, bussførarar, og skipfeløg um allan heim.
Hetta hevði als ikki borið til uttan so, at hann ikki hevði lært at arbeiða við teldum. Ofta verður sagt, at tað bert eru tey ungu, sum kunnu gagnnýta teldurnar, men Sigurd kom inn í telduheimin fyri tjúgu árum síðani og gjørdist har ein av teimum kringastu. Hann ikki bert skrivaði teldubrøv, men nýtti teldur sínar til bókhald. Tað var einki nýtt fyri hann at bóka. Tá hann var hjá sorinskrivaranum hevði hann bókhaldið av frímerkjakassanum, og tá hann var á aðalfundi í feløgum kom hann annaðhvørt til hús við gerðabókini sum skrivari ella við kassabókini. Til endans mátti hann halda uppat at ganga á aðalfundir, tí hann hevði ikki tíð til alt hetta virksemi.
Tann 11. desember 1943 var hann ørindi í Føroya Banka við tinglesingarskjølum. Torgerð Mohr sigur tá við hann: “Hevur tú sæð beiggja tín?” Hann hevði jú ein beiggja á Argjum og ein í Danmørk, og hann hevði hvørgan sæð. So siga tey, at Johan lá við kaiina við einum nýggjum skipi. Hann skundaði sær út at heilsa upp á hann, og tá báturin Hoyvík fór í vinnu fyrst í 1944, spurdi Johan, um Sigurd kundi hava bókhaldið. Tað hevur hann so havt øll árini, og eisini eftir nýggjár í ár, 68 ár seinni, hevur hann sitið við telduna og bókað fyri hesa fyritøku.
So hvørt hann vandist við teir møguleikar, sum teldan gav honum, gjørdist hann enn kringari. Tey sum samstarvaðu við hann, fingu fyrimun av hesum. Tá eitt ferðamannaskip hevði verið, setti hann seg at bóka øll skjøl. Ferðaleiðararnir fingu løn sína setta inn á kontuna sama kvøld, og busseigararnir fingu samstundis gjald fyri koyringina. Tá hann fór í song móti morgni var slætt borð, og hann hevði eisini bókað hvussu nógv var í mappuni hann hevði uppi á sær.
Hann var lítið frammi alment, men í fjør hevði hann eitt lesarabræv, har hann gjørdi vart við, at tað ikki var satt at øll tey sum atkvøddu 14. september 1946 vóru deyð. Hann hevði enntá fingið fatur í landsfólkayvirlitinum og fingið nágreinliga at vita hvussu nógv ið kundu atkvøða tá, og sum framvegis livdu. Í bókini um fólkaatkvøðuna 1946 stendur hansara frágreiðing um tann fund hann var á í Tórshøll tann 27. mai 1946, har Sigfried Skaale var fundarstjóri, og har Sigurd var ein av teimum, sum varð valdur í nevndina at skipa fyri at fáa í lag eitt Føroyingafelag, sum skuldi virka fyri at fáa føroyingar at greiða atkvøðu fyri loysing á fólkaatkvøðuni. Hann helt ikki fram í nevndini tá felagið varð stovnað, men tók undir við felagsins virki og fegnaðist um úrslitið.
Umframt hetta var hann eisini í fimmtiárunum í bygdaráðnum fyri Tórshavnar uttanbíggjar kommunu.
Samkensla okkara er við teimum sum við honum nú hava mist so nógv.
Zakarias Wang