Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sigur løgmaður allan sannleikan?

Løgtingið hevur til uppgávu at hava eftirlit við landsstýrinum. Tí havi eg sett løgmanni spurningar um Sendistovu Føroya í Keypmannahavn og um uttanríkisfrágreiðing til Tingið.
 
Sjálvt um Føroya Løgting hevur játtað stórt sæð somu upphædd á fíggjarlógina við sama teksti í viðmerkingunum, til fastan sendimann, so hevur ongin staðsettur sendimaður verið í Keypmannahavn síðan 2016.
 
Tað hevur tí verið neyðugt at spurt løgmann, hvat tað er, sum gongur fyri seg á uttanlandsøkinum, og um orsøkina. Løgmaður er jú hann, sum  skal syrgja fyri, at landsstýrisfólk umsita eftir lógini og á ein fullgóðan hátt.
 
Ógreið svar frá løgmanni 
Løgmaður sigur í sínum seinasta svari til mín, at ætlanin er í seinna hálva árinum 2019 at seta sendimannin aftur og staðsettan í Keypmannahavn. Við øðrum orðum ikki í hesum samgonguskeiðinum. Val skal jú verða í seinasta lagi áðrenn september og útskrivast 4 til 5 vikur áðrenn.
 
Vit eru fleiri, sum nú spyrja, um løgmaður sigur allan sannleikan um málið.
 
Tann stóri mistankin er, at landsstýrismaðurin Poul Michelsen, sum dámar ósemjur við Danmark, hevur sett sær fyri, ongan sendimann at starvsseta í Danmark, so leingi hann er landsstýrismaður í uttanlandsmálum. Helst í einum slag av protest og misskiltari nationalismu.
 
Danska fobi´in er jú ein sera stórur trupulleiki hjá hesi samgonguni - vit síggja tað dagliga.
 
Vit sóu tað í samband við sáttmálan millum Ísland, Grønland og Føroyar.
 
Vit síggja tað í Novo Nordisk málinum, har landsstýrið leggur lok á og og forhálar ætlanina.
 
Vit síggja tað í málinum um pening til listaverk til sjúkrahús, har landsstýrið noktar at søkja.
 
Sendistovutrupulleikan í Danmark hava vit havt síðan 2016 - og so framvegis. 
 
Hevur løgmaður vantandi virðing fyri Tinginum?
Løgmaður heldur ikki orð. Til dømis setti eg løgmanni fyrispurning í 2017, um nær tingfólk kundu vænta sær eina uttanríkisfrágreiðing lagda fyri Tingið.
 
Orsøkin til spurningin var tann, at ongin uttanríkisfrágreiðing er  løgd fram alt samgonguskeiðið. Einmælt uppskot til samtyktar við áheitan er sett til landsstýrið, at fremja og sjálvandi vilja tingfólk hoyra frá landsstýrinum, hvussu gongst og hvussu langt er komið við málunum, sum Tingið hevur samtykt og eisini hoyra frá ymsum øðrum málum á uttanlandsøkinum.
 
Løgmaður svaraði, at henda frágreiðing skuldi koma á vári í 2018, men ongin er komin enn. Eftir ein fyrispurning afturat fyri kortum sigur hann í ár, nú í fyrru helvt av 2019.
 
Um sendimannin er sama skilið. Nú er svarið frá løgmanni, at hesin verður settur aftur í starv í Keypmannahavn í seinnu helvt av 2019. Tað skuldi gerast fyri einum ári síðani.
 
Løgmaður rennur undan ábyrgd
Hetta, sum fyrigongur kann illa tulkast øðrvísi enn, at løgmaður rennur undan, og ikki vil siga Poul Michelsen "hvar skápið skal standa."
 
Løgmaður skavar ístaðin alla tíðina útyvir - og sigur hann ikki allan sannleikan fyri løgtinginum?
 
Ein fær tað  uppfatan, at løgmaður, við hesum roynir at fjala fyri Tinginum og almenninginum, hvat tað er, sum Poul Michelsen landstýrismaður tekst við, og um og hvat hann avrikar á uttanlandsøkinum.
 
Tøgn frá pressuni
Málini, sum eg her havi umrøtt og roynt at kanna nærri, eiga at hava stóran almennan áhuga, sum týðandi uttanríkispolitiskt mál. Løgið, at fjølmiðlar ikki hava sama áhuga.
 
Edmund Joensen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin