Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Signar á Brúnni, skúlastjóri, farin frá fyri aldur

- Við sínum hóvliga og róliga lyndi og opinleika hevur Signar givið býráðsumsitingini og okkum politikarum góðar møguleikar at fáa innlit í skúlans viðurskifti, og hetta hevur eisini styrkt umsitingina til betur at kunna veita politisku skipanini holl ráð og tilmæli, segði Gunvá við Keldu, borgarstjóri, millum annað í røðu sínari fyri Signari á Brúnni, skúlastjóra, sum nú leggur frá sær fyri aldur.

Eftir at hava røkt starvið sum skúlatjóri við Skúlan á Ziskatrøð síðan 2007 leggur Signar á Brúnni nú frá sær fyri aldur, og í tí sambandi varð skipað fyri hátíðarløtu, har starvsfelagar og umboð fyri kommununa bóru fram heilsanir.

Bæði skúlafólk, umboð fyri kommununa og familja møttu til hátíðarløtuna, sum var í fimleikarhøll skúlans, og fevndi løtan um bæði sang og tónleik, umframt at fleiri nýttu høvi at bera fram heilsan til fráfarandi skúlastjóran.

Gunvá við Keldu, borgarstjóri, bar fram eina heilsan og tøkk býráðsins vegna, og endurgeva vit her partar av røðu hennara.

Virðiligur skúlastjóri

So kom løtan, har títt skeið sum skúlastjóri við Skúlan á Ziskatrøð her í Klaksvík endar.

Tá ið eitt tíðarskeið endar, so byrjar eitt nýtt við nýggjum kørmum og møguleikum. Kortini umgongst tað ikki, at eitt ávíst sorgblídni er yvir einari løtu sum hesari, tí hóast eg bæði vænti og vóni, at vit fara at síggjast onkuntíð aftur í tí komandi, so er hetta ein løta, har vit skulu siga farvæl við teg sum skúlastjóra og vilja takka tær fyri hesa tíðina og fyri samstarvið.

Tá ið tú tókst við her á skúlanum í 2007, so var tað ikki einum ókendum andliti vit møttu. Hóast tað, so kendi eg teg ikki persónliga. Eg hevði uppliva teg uppá avstand. Men nøkur lyndiseyðkenni hugsaði eg at tú hevði, og sum eisini vísti seg. Tú ert hóvligur av náttúru og hevur virðiligan framburð og orðalag. Dugir ómetaliga væl at kjakast siðiliga.

Eitt orðafelli, sum ofta verður nýtt er: “Ger tær ómak at geva eitt gott fyrstainntrykk, tí fyrstainntrykkið, sum tú gevur øðrum menniskjum, kanst tú ikki gera umaftur!”

Sum nevnt, var mín uppliving av tær sera góð frá fyrsta degi, og nú vit eru til fráferðarløtu tína, kann eg framvegis siga og staðfesta, at tú hevur varðveitt hesar góðu eginleikar – tú hevur verið okkum her í Klaksvíkar Kommunu ein góður skúlastjóri.

Kendur sum politikari lærari og skúlastjóri

Tað at tú ert úr Fuglafirði hevur so sanniliga ikki verið ein vansi!

Havi altíð hildið at Fuglafjørður er nakað serligt. Tit eiga nógvar persónligheitir innan ymisk øki, við ríkum gávum. Vit kunnu nevna dugnaliga Victor Danielsen, innan umseting og yrkingar. Tykkara sprelska Frits Johannesen. Musiska og listarliga Heðin Kambsdal. Vakra sangin frá gentukórinum og Bros. Fólkakæra Niels Midjord. Ribarhús. Áhugaverda Petur Martin Petersen og nógv onnur. Eisini hava ígjøgnum tíðirnar verið knýtt nógv vinar- og familjubond ímillum Fuglafjørð og Klaksvík.

Í almenna rúminum er tú kendur sum politikari, bæði innan lands- og kommunupolitikk, sum lærari og skúlastjóri, og eisini kenna vit teg sum ítróttarmann – Eitt barnaminni eg havi, var tá ið ÍF í 1979 bleiv føroyameistari, og sum eg skilji nú, tí tá kendi eg teg ikki, vart tú ein av teimum hetjunum, sum vit sóu myndir av í bløðunum, tá ið títt heimstaðarfelag gjørdist føroyameistari. Havi hoyrt, at tá ið ÍF tað árið spældi dyst í Klaksvík, var ógvusligt áarføri, og har ÍF ikki vann minni enn 5-0 á KÍ ? Tú hevur roynst væl sum ein vinnari.

Ein skúlastjóri við áhuga í tí einstaka

Skilji á lagnum, at hesin maðurin, sum vit alment kenna sum politikara, lærara, skúlastjóra og ítróttarmann – harumframt hevur listarligar gávur – dugir at mála, tekna, syngja og yrkja. Tað er ríkidømi at eiga slíkar gávur, og hóast almenningurin ikki veit so nógv um hesar seinni nevndu gávur tínar, Signar, so haldi eg meg kortini kunna siga, at tær eisini hava eyðkent tína embætisførslu sum skúlastjóri her í Klaksvík.

Her hugsi eg um tær skapandi lærugreinarnar, breytirnar og verkætlanirnar, sum tú saman við øðrum góðum fólki hevur skipað fyri á skúlanum – tær eru livandi prógv um, at tú hevur skil fyri tí listarliga.

Eitt annað, sum eg havi lagt til merkis og havi merkt á tær, tá ið vit hava tosað saman um skúlaviðurskifti er at tú hevur stóra umsorgan fyri tí einstaka, og tá hugsi eg bæði um næmingar og um lærarar. Prátið á fundum kann mangan vera um alt møguligt annað, so sum fyrisitingarligt og fíggjarligt, men tað svitast ikki, at tú á hesum fundum hevur funnið høvi til at taka fram eitthvørt áhugavert um t.d. næmingar, hvussu væl teir tykjast at hava tikið ímóti onkrum tiltaki, sum tit hava sett í verk. Tað er heilt týðiligt, at tað er umráðandi fyri teg, at fólkini – bæði børn og vaksin – innan skúlans gátt trívast væl. Og tá ið alt kemur til alt, so er tað jú tað, sum alt hetta snýr seg um – hitt einstaka menniskja, at geva tí umstøður og møguleikar at mennast.

Treiskur og málsøkin

Í hesum høpi skal eg ikki koma so nógv inn á tíni avrik sum landspolitikari, men vil tó loyva mær at nevna tann týdning og ta ávirkan, tú hevði á, at studentaskúlin og handilskúlin varð bygdur á Kambsdali. Í dag uppliva vit, hvussu stóran týdning tann skúlin og Tekniski Skúli í Klaksvík hava fyri hendan partin av landinum.

Óivað er tað eisini innan títt politiska virki, at tú hevur vunnið tær førleikar og amboð, sum tú hevur kunnað brúkt her sum skúlastjóri. Her hugsi eg serliga um ta treiskni og málsøkni, sum tú vísir, tá ið tú stríðist fyri einum máli. Viðhvørt hava vit bæði ikki verið samd, og tá hevur tú ikki aftrað teg at siga tína støðu, sum eisini er neyðugt, um vit skulu fáa eitt gott og livandi kjak og skulu finna tær best møguligu loysnirnar. Um ein politikari ella ein skúlastjóri skal klára seg, so má hann eisini vera eitt sindur treiskur viðhvørt, og tað hevur tú eisini verið viðhvørt ?.

Fyrimyndarligt hegni og vilja

Hesa tíðina, tú hevur verið skúlastjóri við Skúlan á Ziskatrøð, hevur uppgáva tín verið at leitt ein skúla, har hølisumstøðurnar ikki eru tær nýggjastu og bestu, samstundis sum grannaskúlin hinumegin Skúlaveg er blivin nýbygdur. Her hevur tú víst fyrimyndarligt hegni og vilja til at geva skúlanum eitt innihald innan verandi karmar. Her hevur eitt av tínum slagorðum ikki minst verið samstarv millum skúlarnar, bæði her við Skúlaveg og við aðrar skúlar, eisini hinumegin Leirvíksfjørð, og við onnur viðkomandi fakfólk, t.d. listafólk.

Tað er so nógv annað, ið kundi verið tikið fram ein dag sum hendan, men at enda vil eg nevna títt íkast til orðaskiftið um framtíðarskipan av fólkaskúlunum í Klaksvík og Norðoyggjum. Her hevur tú verið við til at birt undir eitt sunt og opið kjak um skúlaskipanina, har allir møguleikar verða vendir. Eisini vil eg takka tær fyri títt íkast í sambandi við bólkin sum hevur sitið og fyrireika eina byggiskrá fyri ný- og útbygging av verandi skúla á Ziskatrøð.

- - -

Vegna Klaksvíkar Býráð og Kommununa alla vil eg bera tær eina hjartans tøkk fyri ta stóra, hegnisliga og trúfasta arbeiði, tú hevur framt í starvinum sum skúlastjóri. Við tínum hóvliga og róliga lyndi og opinleika hevur tú givið býráðsumsitingini og okkum politikarum góðar møguleikar at fáa innlit í skúlans viðurskifti, og hetta hevur eisini styrkt umsitingina til betur at kunna veita politisku skipanini holl ráð og tilmæli.

Eg ynski tær Signari og øllum tínum kæru bestu eydnu fyri framtíðina, og Harrans signing.

Takk fyri!