Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sigliárið 2019 hjá Magnusi Heinasyni

Magnus Heinason var liðugur at gera sínar árligu kanningar tann 9. november 2019, 22 túrar íalt.
 
Mitt í myndini niðanfyri síggjast slóðirnar, har Magnus Heinason hevur siglt í 2019. Litirnir á slóðunum eru ymiskar, alt eftir hvat slag av rannsókn, talan er um. Tað sum varð gjørt á hvørjum túri kann lesast nærri um við at trýsta á slóð-myndina fyri hvønn túr sær.
 
Magnus Heinason byrjar aftur í februar 2020, og áðrenn ta tíð verður neyðugt viðlíkahaldsarbeiði gjørt umborð.
 
Í summar verður nýggja rannsóknarskipið, “Jákup Sverri”, liðugt. Tað fer eftir ætlan í sigling eftir summarfrítíðina. Fyri at kalibrera millum gamla og nýggja rannsóknarskipið, verða nakrir túrar gjørdir samstundis við báðum skipunum.