Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Siðbundnan føroyskan mat uttan stórvegis forðingar

Um reglurnar verða nøktandi fyri landbúnaðin, má framtíðin vísa. Virka tær forðandi, so fari eg at arbeiða fyri, at ásetingarnar verða broyttar ella víðkaðar. Ein hugsan kundi verið uppskotið um sporføri, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, m.a. í svari uppá fyrispurning til Kára P. Højgaard, úr Sjálvstýrisflokkinum, um serligar reglur fyri matvøruframleiðslu til heimamarknaðin. 

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, spurdi:

1. Hvørji sjónarmið hevur landsstýrismaðurin til garðsølu, uttandura/marknaðarsølu av landbúnaðarvørum, umframt framleiddum úrdráttum frá bóndavirksemi, ið verður selt beinleiðis til brúkaran.

2. Eru nakrar altjóða forðingar fyri, at vit varðveita føroysku siðvenjuna, at vit til heimabrúks kunnu keypa beinleiðis frá framleiðara við vitanini, at vøran ikki er góðskugóðkend.

3. Heldur landsstýrismaðurin, at møguleikin skal verða hjá bóndum og privatfólki kring landið og útoyggj, at taka móti ferðafólki, har teimum verður bjóðað bit og ból, ið er undantikið strongu krøvunum, sum eru til matstovur og gistingarhús.

Svarið frá landsstýrismanninum: 
Til nr. 1.
Innleiðandi loyvir undirritaði sær at viðmerkja, at lóggávuøkið ikki verður umsitið av undirritaða, men av øðrum landsstýrisfólki. Løgtingslóg um matvørur við meira og undirliggjandi kunngerð skipa hetta virkisøkið.

Undirritaði metir tó, at matvørulógin eigur at taka atlit at serføroyskum siðvenjum á landbúnaðarøkinum. Sambært lóggávuni, so verða framleiðsla, viðgerð, marknaðarføring og søla av føroyskum seyða- og neytakjøti til endabrúkaran umvegis heil- og smásølur regulerað eftir galdandi siðvenju sambært løgtingslóg um matvørur frá 1985. Hetta undantakið verður tó bert galdandi til 1. juni 2015.

Sum landsstýrismaður í landbúnaðarmálum er tað mín meting, at hetta undantak ikki skuldi verið sett úr gildi. Ásetingin, um at undantakið verður sett úr gildi, er staðfest í lóg, so neyðugt verður við lógarbroyting.

Nevnda lógaráseting er ein forðan fyri uttandura marknaðarsølu, um so er, at hendan sølan ikki er at tulka sum durasøla til endabrúkaran. Umboðandi landbúnaðin, so fari eg at vísa á, at forðingar fyri lokalari marknaðarsølu ikki er ein gongd leið fyri føroyskan landbúnað. Í hesum sambandi hevur millum annað verið víst á, at ein sporførisskipan innan marknaðarsølu kann tryggja brúkaranum fullan kunnleika um, hvør bóndi hevur umsitið hagan/lendið, sum vøran er komin frá, eins og hvør hevur staðið fyri hagreiðing, goymslu og flutningi. 

Uppskotið um sporførisskipan hevur tó ikki vunnið fram enn, men eg ætli at geva uppskotinum nærri viðgerð.

Til nr. 2.
Tað eru ongar forðingar fyri, at vit í Føroyum hava egnar innanhýsis ásetingar fyri matvørum við meira, til dømis fyri føroyskar vørur, framleiddar og seldar í Føroyum.

Hóast vit fylgja øllum útlendskum ásetingum (til dømis ES reglum) í sambandi við útflutning, eins og reglum fyri innfluttar matvørur, so er hetta ikki eitt krav, at vørur framleiddar í Føroyum skula lúka somu krøv.

Til nr. 3.
Reglur eru gjørdar fyri durasølu, heimablídni og ból & bita í privatu húsarhaldunum. Sambært kunngerð á økinum, so er ikki eitt krav, at hetta virksemið verður skrásett ella løggildað, um virksemið hevur til endamáls at veita vøru beinleiðis til endabrúkaran.

Forðingar fyri at borðreiða siðbundnan føroyskan mat skula vera so fáar sum til ber. Um reglurnar, ið eru nevndar omanfyri, verða nøktandi fyri landbúnaðin, má framtíðin vísa. Virka tær forðandi, so fari eg at arbeiða fyri, at ásetingarnar verða broyttar ella víðkaðar. Ein hugsan kundi verið uppskotið um sporføri (sí svarið til spurning 1), eins og aðrar tillagingar á økinum.

Jacob Vestergaard 
landsstýrismaður