Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Seyðurin skal burtur av vegunum!

Nú skal vetrarfriðingin fremjast í verki. Skal Tórshavnar kommuna náa hesum málsetningni, er átroðkandi, at peningur verður settur av til verkætlaninar.

Annika Olsen, borgarstjóri, fegnast um, at ein ætlan um at fáa vetrarfriðingina uppá pláss nú fyriliggur, og at hon verður fíggjað í eini langtíðaríløguætlan.

Peningur verður nú settur av til vetrarfriðing av bygdunum í Tórshavnar kommunu.

Í Nólsoy skal endalig avtala gerast við eigararnar av haganum um vetrarfriðing av bygdini. Næstan øll hegningin er liðug og manglar tí bert ísetan av tveimum rulluportrum. Í Kollafirði er vetrarfriðing alneyðug, bæði tá ið hugsað verður um trygd á vegunum og trivnaðinum í bygdini.

Annika Olsen, borgarstjóri, sigur, at tað er sera umráðandi at seyðurin fæst burtur av vegunum, áðrenn ein stór vanlukka hendir. Í uppskoti til  broytingar í fíggjarætlanini fyri 2017 er skotið upp at játta eina miljón til vetrarfriðing.

Málið kemur fyri á býráðsfundi hóskvøldið 27. apríl 2017.