Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Seyðaskinnini kunnu nú gagnnýtast, eisini í Klaksvík

Seyðaskinn kunnu nú latast inn til endurnýtslu til fyritøkuna OIKOS, sum hevur eina bingju til endamálið á vestara havnarlag, dygst sunnan fyri virkisbygningin hjá POMEK.

IRF hevur í mong ár nýtt hópin av orku til at brenna seyðaskinn, sum ikki er burturkast, men ein góð rávøra, sum eigur at verða gagnnýtt og útflutt.** Eitt virki í Bø, sum kallar seg OIKOS (www.oikos.fo), hevur átikið sær at taka ímóti øllum seyðaskinnum, sum eru handfarin á rættan hátt.

Í Klaksvík hevur OIKOS sett eina bingju á vestara havnarlag, dygst sunnan fyri virkisbygningin hjá POMEK. Bingjan er ein hvít ella ljósablá skipsbingja.

Tey, sum ynskja at lata skinn til OIKOS, biðjast ringja til fartelefon nr. 21 58 33, har móttøkan kann avtalast við ein móttøkumann. Hesin svarar eisini uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

OIKOS rindar kr. 10,- fyri øll hvítt lambsskinn, men tey vilja kortini ógvuliga fegin hava øll skinnini at salta. Tað er sjálvandi umráðandi at upplýsa navn og kontonummar, um tað skal bera til, at senda peningin.

Á heimasíðuni www.oikos.fo fæst meira at vita um hagreiðing av seyðaskinnum.

Kelda: www.klaksvik.fo