Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sexualitetur og fólk, sum bera brek

Dan Klein --- 10.09.2017 - 09:00

Stórur áhugi er fyri norðurlendsku ráðstevnuni, sum verður í Norðurlandahúsinum 11. og 12. september, undir heitinum Bryt Tabút! 

Evnið á ráðstevnuni er kynsligur ágangur og sexualitetur hjá fólki, sum bera brek. Í fyrsta lagi er endamálið at staðfesta, at fólk, sum bera brek, eisini hava rætt til eitt kynslív. Í øðrum lagi staðfesta vit, at fólk, sum bera brek, kunnu vera í størri vanda fyri at vera fyri kynsligum ágangi.

At fólk, sum bera brek, eru fyri ágangi, vita vit. Gransking aðrastaðni vísir, at hesi fólk eru í størri vanda fyri ágangi, enn onnur fólk. Og samstundis fáa tey minni stuðul, eftirsum vit hava lyndi til at síggja skerda førleikan ella brekið, heldur enn sjálvan ágangin.

Tað er trupult at tosa um kynsligan ágang og annan harðskap. Uppaftur truplari vísir tað seg at vera, tá viðkomandi, sum er fyri ágangi, ber eitthvørt brek. Tí skipar Almannamálaráðið/Sig frá, saman við Nordisk Velfærdscenter, fyri slóðbrótandi norðurlendsku ráðstevnuni, sum skal varpa ljós á hesi viðurskifti.

Um 20 fólk úr øllum Norðurlondum hava framløgur og fyrilestrar um mong ymisk evni, sosum kynslív og brek, kynslív og persónligur stuðul, rættindi, skyldur og fyribyrging. Á ráðstevnuni verða eisini nýggir filmar og undirvísingartilfar lagt fram.

Ráðstevnan er í 2 dagar. Fyrra dagin er fokus serliga norðurlendskt, og seinna dagin serliga føroyskt.

Skráin fyri ráðstevnuna sæst í HER: https://d3b1dqw2kzexi.cloudfront.net/media/9997/program-11-og-12-september-2017.pdf

Ráðstevnan er skipað sum eitt av átøkunum í Heildarætlan um kynsligan ágang. Les meira um heildarætlanina her: http://cdn.lms.fo/media/6234/21406_vmr_heilaraetlan_kynsliganagang.pdf

Ráðstevnan er fullteknað, men tað ber til at fylgja við kortini, tí hon verður stroymd. 

Leinki er at finna á heimasíðuni hjá Almannamálaráðnum, www.amr.fo