Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

SEX-dýr í Jesu navni

Gamlar greinar: Babba tók meg frammanífrá, aftanífrá og í munnin. Hann misbrúkti meg frá 4 ára aldur til eg bleiv 17 ár. Rosalind Olsen, hevur verið alment frammi við óhugnaligari søgu um, at hon bleiv misbrúkt av pápa sínum, Óskar Óskarsson, úr Skálavík.

Oyggjatíðindi 30. mai 2008:

Misbrúki byrjaði tá Rosalind var 4 ára gomul, og helt á til hon var 17 ár.

Rosalind sigur, at pápin hevur orðið í síni makt, at hann dugur og dugdi sera væl at seta fram kærleiksváttanir, at hann kelaði fyri henni, og vísti henni pornofilm á video.

- Pápi tók meg frammanífrá, aftanífrá og í munnin, hevur Rosalind Olsen, greitt alment frá.** Hetta var ikki fyri sært oyru, tí eftir stóð ein pápi, sum var av skitnastu svínum. Tað gjørdi ikki støðuna hjá Óskar Óskarssyni betri, at dóttirin eftirfylgjandi hevur greitt frá, at hon líkasum var uttanfyri sín egna kropp, og upplivdi at síggja seg saman við pápanum.

Rosalind Olsen segði, at hon hevði tosað við mammuna, sum hevði sagt henni, at hon onki visti:

Eg trúgvi mammu. Hon er mamma mín, segði Rosalind.

Mamman og pápin hjá Rosalind, búgva í Skálavík, men koma nógv í missiónshúsið á Sandi.

Tey eru tað, sum tey kalla, persónliga trúgvandi, og halda talur og hava persónligar vitnisburðar, og tosa um Guðs kærleika og biðja um syndanna fyrigeving.

Mamma Rosalind hevur enntá verið stýrisformaður í missiónshúsinum á Sandi, og pápin hevur verið og er ein habilur talari, og hevur eisini havt sunnudagsskúla fyri børnum.

Stóra myndin vísir Óskar Óskarsson, prædika um náði Guðs, og at ongin synd er ov stór til fyrigeving.

- Og latið tey smáu koma til mín, tí mítt ríki hoyrir teimum til...

Tá ið dóttirin hevur verið alment frammi, og lýst pápan sum ein greðing av teimum fúlu, valdu vit, at loyva pápanum at koma til orðanna.

- Hetta eru grovar ákærur, dóttirin kemur við. Ert tú ein fúlur bukkur og eitt perverst svín, sum Rosalind lýsti alment?

- Eg havi ikki hoyrt hatta, segði Óskar Óskarsson við blaðið.

- Tá dóttirin skuldsetir teg fyri at hava misbrúkt hana, er tað nærliggjandi at hugsa, at tú hevur misbrúkt onnur. Tú hevur havt sunnudagsskúla fyri børnum í missiónshúsinum?

- Eg skilji væl, at fólk kunnu fáa slíkar tankar, men hatta havi eg ikki gjørt, sigur pápin, sum sigur seg ikki vilja gera fleiri viðmerkingar.

Rosalind Olsen, dóttirin, er heldur ikki nógv fyri, at gera fleiri viðmerkingar, men:

Pápi tín sigur, at hann hevur ikki misbrúkt teg, so sum tú hevur sagt alment?

- Ja, tað hevur hann eisini sagt við meg. Tað verður pástandur móti pástandi, segði Rosalind.

Hví meldaði tú so ikki pápan?

- Tað var tí, at málið var blivið ov gamalt, segði Rosalind, og váttar, at hon hevur álit á mammuni, sum segði seg onki vita um, at hon var misbrúkt frá tí hon var 4 ára gomul til hon fylti 17 ár.

Er skuldsetingin røtt, so kann Óskar Óskarsson, sum ein lort útnevnast til:

- Sex-dýr í Jesu navni.