Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

SEV skyldar eina frágreiðing

So upplivdu vit tað aftur, at streymurin bara fór mitt í tí heila, hóast talan var um dýrdar veður og enntá ein sunnudag, tá í øllum førum ikki vinnan leggur tað stóra trýstið á netið. Fyri aðru ferð innan fyri tveir mánaðir hendir tað, at streymurin er vekk leingi, og hesa ferð var talan um næstan tveir tímar, har tað mesta av landinum lá í streymloysi.

Eitt er, at streymurin kann fara orsakað av illveðri ella kavastormi á hávetri. Men við mínum allabesta vilja, dugi eg ikki at síggja nakra haldgóða grundgeving fyri, at SEV ikki megnar at hava eina støðuga streymveiting í annars bestu tíð og góðum líkindum. Streymslit kemur altíð illa við fyri húsarhald, arbeiðspláss og vinnulív. Hesa ferð rakti streymslitið ein stóran konfirmatiónssunnudag, so tað mundi koma sera illa við hjá mongum.

Vit kunnu prísa okkum lukkulig fyri, at týðandi stovnar sum t.d. Landssjúkrahúsið hevur egið neyðstreymsanlegg, tí annars kundu slík streymslit verið til stóran vanda fyri fólk. Og vit kunnu eisini fegnast um, at landsdysturin millum Føroyar og Írland í annaðkvøld heldur ikki er í vanda, tí har hevur kommunan tryggja seg við at seta upp neyðstreymsanlegg. So har slepst undan einum pínligum streymsliti, ið hevði verðið sent kring allan heimin.

Sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, ið eigur og rindar fyri størsta partin av SEV, vil eg biðja um eina almenna frágreiðing um, hvat er hent og hvat verður gjørt, so vit ikki uppliva henda trupulleika aftur í besta veðri. Ella er tað kanska meiningin, at vit noyðast at fáa okkum okkara egna elverk ella at fleiri hundrað neyðstreymsanlegg skulu setast upp í kommununi og kring landið, so vit kunnu vera vís í at hava streym altíð ?

Almenningurin hevur krav uppá at fáa at vita frá hægsta stað í SEV, hvat tað er, sum ikki riggar hjá SEV, tí vit kunnu ikki liva við streymsliti í tíð og ótíð. Hesaferð fingu nýggju turbinurnar á Eiðisverkinum skylduna. Eru tær ikki nóg góðar og tryggar ? Eru skeivar turbinur keyptar ella eru tað menniskjasligir feilir ? Spurningarnir, vit sum eiga og varða av SEV eiga at seta, eru mangir.

At umbera við, at talan aftur hesaferð var um eitt “blackout”, og at vit eiga at rokna við hesum fleiri ferðir um árið, er ikki nøktandi svar fyri pengarnar!

Heðin Mortensen

borgarstjóri í Tórshavnar kommunu