Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

SEV og ENERCON gjørt sáttmála um vindmyllur

SEV og týska fyritøkan, ENERCON, undirskrivaðu í dag sáttmála um, at ENERCON framleiðir og setur upp 13 vindmyllur í Húsahaga. Vindorkan í Føroyum verður næstan trífaldað við nýggju vindmyllulundini.

Tíðindaskriv:

Føroyska sendistovan í Keypmannahavn var karmurin um løtuna, tá ið SEV og týski vindmylluframleiðarin ENERCON í dag undirskrivaðu sáttmála um at framleiða og seta upp 13 vindmyllur í Húsahaga. Vindmyllurnar kosta umleið 85 milliónir krónur.

Nýggju myllurnar, sum verða settar í rakstur næsta heyst, eru 11,7 MW og tær geva væntandi 41 GWt árliga. Vindorkan á føroyska elkervinum verður við hesum næstan trífaldað úr 10 prosentum upp í 26 prosent av elframleiðsluni tilsamans um árið. SEV fær umleið 35 prosent av árligu elframleiðsluni burtur úr vatni, og tá ið framleiðslan úr vindi fer at telja 26 prosent, verður samlaða elframleiðslan úr varandi orkukeldum umleið 60 prosent av allari elframleiðsluni.

Vindmyllurnar í Húsahaga verða av sama slagi sum vindmyllurnar, ið SEV setti í rakstur í Neshaga í november í fjør. Myllurnar koma til landið um hálvan apríl næsta ár, og fyrst í mai byrjar arbeiðið at seta myllurnar upp. Hetta arbeiðið varir væntandi tveir mánaðir. Síðani verða tær royndarkoyrdar og tiknar í nýtslu næsta heyst.

Í næstum verður farið undir at gera vegin til myllurnar, gera økið byggibúgvið og at gera undir-støðini klár til myllurnar.

SEV og ENERCON eru eisini farin at menna eina løðiskipan til vindmyllulundina í Húshaga, sum er ein verkætlan í sjálvum sær. Talan er um at taka streymin frá myllunum á goymslu og lata hann út aftur á elkervið, tá ið tørvur er á tí. Skipanin skal mennast serstakt til føroyska elkervið fyri framhaldandi at tryggja eina støðuga elveiting.** Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV, fegnaðist í røðu síni, tá ið sáttmálin var undirskrivaður, um góða samstarvið við ENERCON.

- Tilgongdin inn í samstarvið við ENERCON byrjaði í 2011 við vindmyllunum í Neshaga – eitt væleydnað samstarv. Eg meti dagin í dag at verða ein hornastein í at útbyggja varandi orkumøguleikarnar í Føroyum, segði Jákup Suni Lauritsen.

- Samstarvið við ENERCON er eitt stórt framstig, sum økir nógv um elframleiðsluna burtur úr varandi orkukeldum, og harvið minkar oljuparturin. Vit eru á grønari kós, sum í komandi árum skal minka framleiðsluna úr olju uppaftur meira, staðfestir Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

Eisini hjá ENERCON í Týsklandi frøast tey um samstarvið við føroyska elveitaran.

- Vit hava bert góðar royndir av samstarvinum við SEV. Løðiskipanin er ein sera spennandi menningarpartur í hesi verkætlanini, og stórur áhugi er fyri allari verkætlanini á ovastu rókum í ENERCON, vísti Eike Gentche, sølustjóri í Enercon, á.

Føroyski sendimaðurin í Keypmannahavn Sigmundur Ísfeldt takkaði fyri, at sendistovan gjørdist karmurin um hátíðarløtuna. Vegna Føroya Landsstýri ynskti Sigmundur Ísfeldt SEV og ENERCON tillukku við verkætlanini.

- Verkætlanin er búskaparliga og umhvørvisliga eitt stig á framburðsleið fyri føroyska samfelagið, staðfesti føroyski sendimaðurin í Keypmannahavn.

Eike Gentche, sølustjóri í Noreg og Sveis, og Pamela Lundin, rakstrarstjóri í Norðurlondum, umboðaðu ENERCON, tá ið sáttmálin var undirskrivaður. Fyri SEV vóru Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður, Hákun Djurhuus, stjóri, Finn Jakobsen, deildarstjóri fyri tøkni, Bogi Bendtsen deildarstjóri fyri fyrisitingina, og Terji Nielsen, verkætlanarleiðari, við til undirskrivingina. Sigmundur Ísfeldt, sendimaður, umboðaði Føroya Landsstýri.