SEV hevur góðar vindkanningar í Neshaga
Stjórin í Sp/f Røkt Johan í Niðristovu hevur í samrøðu við Vágaportalin tann 13. mars sagt, at SEV ikki hevur nóg góðar vindkanningar, men hetta er ikki rætt. SEV hevur neyvar vindkanningar í økinum inni í Neshaga fyri eitt longri tíðarskeið.
Johan í Niðristovu kemur eisini við eini niðurstøðu um skaðaorsøkina, men standa vit spyrjandi yvirfyri hesum. Vit hava í hvussu er valt, at bíða við okkara niðurstøðu til serfrøðingarnar hjá Vestas hava gjørt sínar kanningar og niðurstøður.
Myllurnar frá Vestas eru bygdar til at klára eina vindferð upp á 70 m/s. Týska fyritøkan Enercon, sum skal veita tær tríggjar myllurnar, sum nú seinni í summar skulu setast upp úti á Eystnesi, hevur eisini fingið nevndu vindkanningar, samstundis sum tey eru neyvt kunnaði um stormarnar, sum vit hava havt í vetur.
Tey hava ikki tikið nøkur fyrivarni fyri hesum í avtaluni við okkum, men siga tvørturímóti, at vit róliga kunnu føla okkum trygg við myllur teirra.